Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu

Runavíkar Kommuna Publiceret mikudagur, 10. apríl 2024
Ansøgningsfrist sunnudagur, 12. mai 2024

Vilt tú standa á odda fyri trivnaðar- og mentanarøkinum í nýggja kraftdeplinum mitt í Føroyum?

Í sambandi við arbeiðið at menna og nútímansgera miðfyrisitingina í Runavíkar kommunu, er kommunustjóri júst settur í starv. Nú verður lýst eftir trivnaðarleiðara, ið vísir beinleiðis til kommunustjóran og er við í leiðslubólkinum í Runavíkar kommunu.

Málið er, at miðfyrisitingin skal virka væl og tryggja, at kommunan er 15-20 ár framman fyri sína tíð, sama hvør myndar býráðið politiskt.

Í nýggja bygnaðinum verða trivnaðar- og mentanarøkið løgd saman í eina deild. Trivnaðarleiðarin stendur fyri hesi serstakliga spennandi samanlegging. Á nýggju trivnaðardeildini vera 9 starvsfólk. Meðan áleið 150 starvsfólk starvast innan trivnaðarøkið í Runavíkar kommunu.  

Mentanardepilin við Løkin hevur fingið rættiligt flog, nýggja svimjihøllin er veruliga farin at taka skap, og mentanar- og ítróttarøkið mennast alsamt. 

Íløgur eru seinnu árini gjørdar í møguleikar hjá ungdóminum at skipa sín egna trivnað. 

Kommunan fyrireikar seg til útbyggingar á skúla- og dagstovnaøkinum, hetta eru ætlanir sum hava høga raðfesting, 

Fyri rætta umsøkjaran eru góðir møguleikar at vera við til at menna eitt tað mest spennandi trivnaðar- og mentanarøkið í landinum.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum

LØN OG SETAN 

Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 15. august 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. 

Starvið kann eisini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. 

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR 

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. mai 2024.

Søk starvið umvegis leinkið: www.runavik.fo/leysstorv.

Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á tlf. 237015 ella Sæunn Lamhauge Nolsøe, kommunustjóra, á 237040.

Tip en venDetaljer

Reingerðarfólk

Barnahúsið Sellin, Runavíkar KommunaPubliceret 4. januar 2022
Ansøgningsfrist: Hurtigst muligt

Søkt verður eftir reingerðarfólkið, at byrja 10. januar, Ella skjótast til ber

 

Arbeiðstíðin er á 15 tímar per viku/3 tímar per dag, ávíka vist mánadag til fríggjadag eftir kl. 17.00.

 

Reingerðafólk verður lønt eftir sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Nancy Poulsen, leiðara á  tlf. 212252

 

Umsóknir skulu sendast til Sellin@runavik.fo  í seinasta lagi 07. januar kl. 12.00

 

 

Runavíkar kommuna

Heiðavegur 26 600 Saltangará

runavik@runavik.fo

Tip en venDetaljer