Námsfrøðingar til Barnagarðin á Mýrunum, Runavík

 Útgivið 12. oktober 2021
Umsóknarfreistin er 1. november 2021

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Dagstovnin Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja 15. Nov. 2021 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru á 20-30-40 tíma viku, og eru á vøggustovu, barnagarsstovu og serstovu. Lesandi, ið væntandi verða liðug við lesnaðin skjótt, eru vælkomin at søkja starv. Vit søkja eisini eftir avloysara.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi, beint við Toftavatn í Runavík, og er normeraður til 92 børn í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin hevur tríggjar barnagarðsstovur við 20 børnum, harav tann eina er ein útibarnagarðstova, tvær vøggustovur við 13 børnum og eina stovu við 6 børnum har arbeitt verður eftir sernámsfrøðiligum leisti, har gerandisdagurin er eftir hvørji børn eru á stovuni og arbeitt verður inkluderandi við hinar stovurnar á staðnum.

Førleikakrøv

•             Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði.

•             Er opin fyri bæði refleksión og sjálvrefleksión í gerandisdegnum.

•             Í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.

Vit bjóða

•             Góðar arbeiðsumstøður og eitt arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.

•             Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum og tvørfakligum samstarvi.

•             Ein stovn, ið umframt rørsluligar kanningar, málrættað arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, TÍTT, DPU og menningarætlan.

•             Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar.

Persónligir eginleikar

•             Hevur áhuga fyri relatiónsarbeiði og øðrvísi samskifti.

•             Fyrikomandi, arbeiðsamur, røkin og skipaður.

•             Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.

•             Tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er flokkað á stig 11-23. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann annað hóskandi starvsfólk setast í tíðaravmarkað starv. 

Søk starvið á www.runavik.fo undir leys størv.

Umsóknarfreistin er hósdagin 28. okt. 2021.

Preia ein vinDetaljur

Námsfrøðingar til Sóljuhjarta í Søldarfirð

Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 600 SaltangaráÚtgivið 4. oktober 2021
Umsóknarfreistin er 22. oktober 2021

Námsfrøðingar til Sóljuhjarta í Søldarfirði

Lýst verður eftir námsfrøðingum til Sóljuhjarta, til vøggustovu og barnagarðsstovu, 30-33  t/v.

Søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk vera sett, tíðaravmarkað, ístaðin.

Byrja verður í størvinum mánadagin 1.nov 2021 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum:

Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.

Í Sóljuhjartanum starvast, um 30 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit hava 4 barnagarðstovur og 2 vøggustovur, 80 barnagarðsbørn og 26 vøggustovubørn. Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Hólmanum (Søldarfjarðar skúli)

Vit leggja dent á:

At møta barninum, har tað er í menningini

Fría spælið, har børnini fáa brúkt og ment hugflogið, motorikk og rørslu

Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar

At vera opin, fakliga forvitin, kreativ/ur og skapa eitt námsfrøðiligt mennandi umhvørvið

At verða nýhugsandi, ígongdsetandi og at megna broytingar um so skuldi verið.

At síggja møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum

Trivnað á stovninum

Hava tað stuttligt og flenna saman, børn sum vaksin

Lønar og setanartreytir:

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og  Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Námsfrøðingar verða løntir á stig 11-23 og hjálparfólk stig 2-8. Setanirnar eru fyrbils á Sóljuhjarta, setanarøkið er Dagstovnaøkið í Runavíkar kommunu.

Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 297171/667170

Umsókn skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagi 22.okt. 2021

Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará

Preia ein vinDetaljur

Dagligur leiðari til Gulu smiðju

 Útgivið 15. september 2021
Umsóknarfreistin er 19. oktober 2021

Dagligur leiðari til Gulu smiðju

Runavíkar kommuna leitar í hesum døgum eftir einum eldhugaðum leiðari til ungdóms- og virkishúsið Gula smiðja.  

Umvælingarnar av ikoniska smiðjubygninginum í Saltangará eru væl ávegis, og tíðliga í 2022 lata dyrnar upp fyri teimum ungu og øðrum í kommununi. Umframt karmar til hugnaliga og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum. 

Útbúgving, royndir og førleikar  Tín áhugi, eldhugi og hugburður eru avgerandi. Vit seta ikki krøv til ávísa útbúgving fyri at verða settur at røkja starvið, og ymiskar útbúgvingar kunnu vera viðkomandi. 

Vit leita eftir einum skapandi, vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi leiðara. Umráðandi er at vera blíður og fyrikomandi í tínum samskifti við tey ungu, og at tú hevur natúrligan myndugleika. Avgerandi er, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi. 

Innihald í starvinum  Tú kemur at skipa og mynda virksemið í Gulu smiðju, frá fyrireiking av virkseminum, áðrenn smiðjan letur upp, m.a. at framleiða eina reglugerð fyri virksemið í húsinum, til at skapa samband við tey ungu og at skipa og stjórna dagliga virksemið í Gulu smiðju

Hetta fevnir m.a. um at skapa tryggleika, har virðing og umsorgan fyri tí einstaka hevur høga raðfesting. Tú kemur saman við teimum ungu at skipa fyri mennandi virksemi og tiltøkum. 

Løn og setanartreytir  Talan er um fulltíðarstarv. Lønin verður eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála. Arbeiðstíðin er í stóran mun um kvøldið og í vikuskiftum. 

Umsókn  Starvið verður sett skjótast tilber.  Fyrsta tíðin verður nýtt til at tilrættisleggja virksemið. 

Umsóknir saman við prógvum og lívsrensli skulu latast inn umvegis heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, runavik.fo, vel "Leys størv", í seinast lagi 18. oktober 2021. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara á tel. 221226 ella umvegis teldupost til solvi@runavik.fo

 

 

 

 

 

Preia ein vinDetaljur