Kommunustjóri til Runavíkar kommunu

Hervið verður eitt av landins mest spennandi størvum leyst at søkja. , Runavíkar Kommuna

Nýggi kommunustjórin 

fer, saman við politisku leiðsluni, at stjórna nýggja kraftdeplinum í landinum. Kommunan stendur í vøkstri á øllum økjum, bæði mentanarliga og vinnuliga, og her hevur landsins størsta fyritøka eisini sítt høvuðssæti. 

Mentanardepilin við Løkin hevur fingið rættiligt flog, og her dukar pulsurin í dagsins samfelag við øllum handa sløgum av tiltøkum. Her verður bygt, útbýgt og umbygt sum ongantíð áður, og alsamt fleiri familjur flyta til og vilja vera partur av menningini.

Hevur tú framskygni, dirvi og hegni at stimbra og stýra einum brennidepli við 15 bygdum, stórum og smáum, eigur tú at lesa nærri um møguleikarnar.

Kommunustjórin megnar 

at finna javnvágina millum at vera holli ráðgevin hjá borgarstjóra og politikarum, og at leiða og skapa samfesti fyri leiðarar og starvsfólk í kommununi sum heild.

Arbeiðið í Runavíkar kommunu er væl skipað við væl skikkaðum starvsfólkum.

Uppgávurnar 

spenna frá ítøkiligum, kommunalum avbjóðingum til langskygdar ætlanir, ið røkka langt inn í framtíðina.

Fyri rætta umsøkjaran er talan um góðar møguleikar at geva íkast til menningina av grundtænastunum í Runavíkar kommunu.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í stjóraprofilinum.

LØN OG SETAN 

Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. mai 2024, ella skjótast til ber eftir hetta. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR 

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 

  • sunnudagin 25. februar 2024.

Søk starvið umvegis leinkið ovast/niðast her á síðuni.

Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra á tlf. 237015.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedfríggjadagur, 26. januar 2024

Application deadlinesunnudagur, 25. februar 2024

ContactSúni S. Kristiansensunik@runavik.fo+ 298 23 70 30

Workplace addressNot specified