Námsfrøðiligur stuðul til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

 Útgivið 9. oktober 2019

Starv sum námsfrøðiligur stuðul er leyst at søkja og verður sett skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár og er 20 tímar um vikuna.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv sum námsfrøðiligur stuðul hjá familjum og børnum teirra. Arbeiðsuppgávurnar eru at vegleiða, stuðla og stimbra foreldrum og børnunum í tøttum samstarvi við málsviðgerðan á Barnaverndartænastuni.

Vit vænta at

  • tú hevur námsfrøðiliga ella aðra viðkomandi útbúgving

  • hevur áhuga at arbeiða við børnum og familjum í heimi teirra.

Vit ynskja okkum starvsfólk sum:

  • hava góð samskiftis- og samstarvsevni

  • kunna arbeiða sjálvstøðugt

  • eru fleksibul í mun til arbeiðstíð

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og cv skal sendast til leinkjuna niðanfyri í seinasta lagi 22.oktober 2019.

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, sosialráðgeva hjá Barnaverndartænastuni á telefon 237096.

Nes- Sjóvar og Rúnavíkar kommuna samstarva um barnaverndartænastuna sambært Lóg um Barnavernd. Í kommununi búgva gott 6000 fólk. Á Barnaverndartænastuni starvast 3 sosialráðgevar, 1 skrivari og leiðarin.

Preia ein vin