Námsfrøðingar til Barnagarðin á Mýrunum

 Útgivið 22. mai 2020
Application deadline : Eingin umsóknarfreist

Søkt verður eftir fýra námsfrøðingum til Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja hálvan august 2020, ella eftir nærri avtalu. Lesandi, ið væntandi verða liðug sum námsfrøðingar til summar, eru eisini vælkomnir at søkja størvini.

Talan er um eitt vøggustovustarv á 20 t/vikuna, tvey barnagarðsstørv á 30-40 t/vikuna og eitt 40 t/v starv á Miðstovu, sum er ein stova við børnum, sum í eitt tíðarskeið hava eyka tørv.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í eini náttúruperlu, beint við Toftavatn, og annars beint við fótbóltsvøll, Bylgjuna, Bókasavnið við Løkin og Ellisheimið. Hesi støð vitja vit nógv. Stovnurin er frá 2003 og er í løtuni normeraður til 93 børn.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur námsfrøðiliga útbúgving.
  • Í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
  • Saman við starvsfelagum viðvirkar til at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi.

Vit bjóða:

  • Góðar arbeiðsumstøður og gott arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.
  • Ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn, har námsfrøðiliga orðaskifti er í hásæti.
  • Eina stovu, ið bæði arbeiðir við TÍTT, eftir menningarætlan, men eisini við barnsins grundarsteinum sum ársætlan.
  • Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við vøggustovurnar, barnagarðsstovurnar og stovuna við børnum við serligum tørvi.

Persónligir eginleikar

  • Hevur hegni at veita umsorgan og góð samstarvsevni.
  • Evni at eggja, vera málsøkin og nýhugsandi.
  • Fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin.
  • Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.
  • Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk, tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og er flokkað á stig 11-21. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Søk starvið á www.runavik.fo leys størv.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 7. juni. 2020.

Preia ein vinSíggj onnur størv