Processfólk at skjalfesta allar virkisgongdir

 Útgivið fyri eini viku síðan 11:24

Á TAKS hava vit eitt ótal av virkisgongdum, summar eru skjalfestar, meðan aðrar enn eru óskrivaðar. Nú ynskja vit at skjalfesta og savna saman allar virkisgongdirnar, og til hetta tørvar okkum eitt starvsfólk, sum burtur av arbeiðir við hesum. 

Vit ynskja, at ein eyka vinningur av arbeiðinum at skjalfesta virkisgongdirnar er, at vit fáa eyga á, hvussu hesar kunnu mennast og framyvir loysast effektivari. Tí mást tú hava áhuga fyri menning av virkisgongdum. Tú mást eisini vita, hvør besta tilgongdin er at arbeiða við skjalfesting, og hvussu ein mannagongd verður skjalfest. 

Alt arbeiðið á TAKS er tengt at kunningartøkni. Tí er best, um tú hevur ávíst skil fyri KT og áhuga í samanspælinum millum tøknina og virkisgongdirnar á stovninum. Samstundis verður arbeiðið á stovninum gjørt í mun til lógarásetingar, og tí er ávíst innlit í málsviðgerð og almenna fyrisiting eisini gott viðføri til hetta starvið.  

Í uppgávuni er nógv skriviarbeiði og nógv samskifti við okkara starvsfólk, sum kenna ymsu virkisgongdirnar, og tí ganga vit út frá, at tú tímir at tosa við fólk og skriva tað, ið skrivast skal. 

Tað eru tríggir bólkar av virkisgongdum, ið skulu skjalfestast innan ymiskar tíðarfreistir, og merkir tað, at tú mást duga at skipa arbeiðið, so at tíðarfreistirnar verða hildnar.  

Førleikar

Vit eru ikki so avgjørd, um júst hvørja útbúgving tú hevur, men ímynda okkum, at tú hevur miðallanga útbúgving, sum er viðkomandi fyri starvið. Hevur tú ikki útbúgving, men sera viðkomandi royndir innan menning av tilgongdum og skjalfesting, ert tú eisini vælkomin at søkja. Mest umráðandi er, at tú hevur eina greiða fatan av, hvussu arbeiðið best verður gjørt. 

Starvs- og lønarviðurskifti 

Starvið er fulltíðar starv, men tíðaravmarkað til eitt ár, og verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvsbyrjan skal avtalast, tó er hon í fyrsta lagi 14. september 2018.

Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Fyribils starvsstaðurin er Argir. 

Meira kunning

Fá meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Helenu Debes Højgaard, deildarleiðara, á 792740 ella á hdh@taks.fo.

Umsókn og umsóknarfreist

Trýst á "Søk starvið" niðanfyri og fyll út talgildu umsóknarskipan okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn og avrit av møguligum prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 20. august 2018 á midnátt. 

Preia ein vinSíggj onnur størv hjá TAKS