Formaður til betongarbeiðið.

 Útgivið 22. februar 2021
Umsóknarfreistin er 7. mars 2021

Søkt verður eftir formanni til betongarbeiðið.

Starvið fevnir um at loysa spennandi og avbjóðandi verkætlanir innan bygging.

J&K Petersen hevur nógv arbeiði í ger og hevur fyritøkan fleiri spennandi verkætlanir fyri framman.

FørleikakrøvUm tú hevur royndir sum betongformaður og er vanur við at ganga undan, ert tú tann rætti til starvið. Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta samstundis, at tú sum formaður hugsar í praktiskum loysnum.

J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólkið í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Vit kunnu bjóða tær:

- Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

- Møguleikar fyri fakligari menning.

- Løn, ið samsvara við útbúgving og royndir.

Tann ið settur verður má hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo ella við at fylgja leinkjuni "Søk starvið".

Umsóknarfreistin er 7. mars 2021.

Starvið verður sett so skjótt vit finna tann rætta umsøkjaran.

Um spurningar eru í samband við starvið ert tú vælkomin at tosa við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 58 50 36 ella Stein Olvur Petersen, stjóra, 58 50 01.

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings-, tunnils- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 170 fólk starvast í fyritøkuni.

FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI

Preia ein vinSíggj onnur størv