Søkt verður eftir dugnaligum og fyrikomandi skrivstovufólki at byrja uml. 1. mars 2021.
Um starvið.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt vanligt bókhaldsarbeiði.
Dentur verður lagdur á:
- Vanligan telduførleika, vit brúka Navision til bókhaldsskipan
- Tú ert tænastusinnað/ur og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
- Jaligt sinni og ágrýtin
- At tú ert fyrikomandi
Vit bjóða:
- Eitt áhugavert arbeiðsøki í einum vælvirkandi toymi við góðum starvsfeløgum
- Møguleikar fyri fakligari menning
Útbúgvingar- og førleikakrøv:
- Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving
Setanar- og lønarviðurskifti - Starvið kann verða antin part- ella fulltíðar starv.
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Per Kallsberg, fíggjarleiðara á tlf. 585008 ella skriva til per@jkp.fo.
Umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skulu sendast til: starv@jkp.fo í seinasta lagi sunnudagin 24. januar 2021.
Um J & K Petersen
J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 180 fólk starvast í fyritøkuni.
FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI
Preia ein vinSíggj onnur størv