ENDURLÝSING - Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

 Útgivið 30. september 2021
Umsóknarfreistin er 15. oktober 2021

Eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin er leyst at søkja til setan 1. desember 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, skrivari, sosialráðgevar og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávur

• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin

• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini

• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar

• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

 

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum

• hava góð samskiftis- og samstarvsevni

• vilja samstarva og duga at síggja loysnir

• tola at arbeiða undir trýsti

• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

 

Førleikakrøv

• Útbúgvin sosialráðgevi ella aðra viðkomandi útbúgving

• Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina á runavik.fo/leys-storv í seinasta lagi fríggjadagin 15. oktober 2021.

Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237096.

Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 6.500 fólk.

 

 

Preia ein vinSíggj onnur størv