Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir funktiónsleiðara til Børn- og Ung psykiatri

Landssjúkrahúsið Útgivið mikudagur, 18. desember 2024
Umsóknarfreistin er týsdagur, 7. januar 2025

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum funktiónsleiðara til dugnalig og eldhugað starvsfólk í Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv til setan frá 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu. 

Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

 

Um Børn og Ung psykiatri

Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógvum og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í fýra toymum - børn, ung, dageind og subakutta toymið. Dageindin er eitt miljøterapeutiskt tilboð til tey børn og ung, sum hava tørv á m.a. at verða útgreinaði undir daginnlegging, og er ein sersálarfrøðingur í barna- og ungdómspsykiatri knýtt at sum toymisleiðari. 21 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Funktiónsleiðslan á deildini er í verandi løtu, mannað við einum ábyrgdarhavandi serlækna og einum sálarfrøðingi. Funktiónsleiðslan hevur felags leiðsluábyrgd fyri virksemi og starvsfólkunum í eindini og loysa tær ymisku leiðsluuppgávurnar í tøttum samstarvi. Arbeiðsøkið fevnir m.a. um starvsfólkaleiðslu og fyrisitingarligar uppgávur, meðan serlæknin hevur ta yvirskipaðu fakligu ábyrgdina og viðgerðarábyrgdina. Funktiónsleiðslan á Børn og Ung psykiatri vísa til depilsleiðsluna í Familjudeplinum.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • Leiðsla og menning av Børn og Ung psykiatri. 
  • Starvsfólkaleiðsla, herundir at stuðla trivnaði og førleikamenning hjá starvsfólkunum, starvsfólkasamrøður, starvsfólkasetanir og at skapa greiðar karmar og greitt samskifti um starvsfólkaviðurskifti og mannagondir.
  • Fyrisitingarligar uppgávur, m.a. mánaðarlig skráseting og dagføring av arbeiðstíðarætlanum, feriuplanlegging og -avvikling, uppfylging av sjúkufráveru í samsvari við sjúkufráverupolitikkin hjá Sjúkrahúsverkinum, dagføring av virksemishagtølum og yvirlit og stýring av fíggjarætlan fyri Børn og Ung psykiatri í tøttum samstarvi við depilsleiðsluna.
  • At samskipa og leggja virksemið í deildini til rættis, m.a. í mun til fundarvirksemi, samstarvsfundir og annað, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt.
  • Samskipan av menningar- og betranarverkætlanum, t.d. er ynski um at arbeiða við betri onboarding og innleiðslu, tá nýggj starvsfólk byrja í eindini.
  • At luttaka á fundum, felags arbeiðsdøgum og virðis- og visiónsarbeiði, sum ein partur av funktiónsleiðslubólkinum í Familjudeplinum.
  • At tryggja og arbeiða fyri framhaldandi menning av innanhýsis og uttanhýsis samstarvi. 
  • At luttaka í kliniska arbeiðinum á deildini í tann mun, hetta gevur meining.
  • At tryggja, at útgreining og viðgerð eru í tráð við gransking og nýggjastu vitan.

 

Førleikakrøv:

  • Viðkomandi heilsufakliga útbúgving eitt nú sálarfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur ella tilsvarandi.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir, gjarna innan leiðslu í tí almenna

 

Vit ynskja at umsøkjarin hevur:

  • Áhuga fyri og royndir innan leiðslu og fyrisiting.
  • Góð evni at leiða og áhuga í at menna seg á økinum.
  • Eginleikar til og áhuga at samstarva interprofessionelt
  • Gott yvirlit og evni til at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis fyri at tryggja skynsama nýtslu av tilfeingi í mun til kjarnuuppgávuna.
  • Fyrikomandi og álitisvekjandi atferð.
  • Áhuga í at umboða børnini og tey ungu í relevantum høpi og í almenna kjakinum og at stuðla politisku skipanini á skynsaman hátt viðvíkjandi okkara fakøki.

 

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú fært ávirkan á menningina.
  • Samstarv við hinar leiðararnar á Familjudeplinum.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt yrkisføri sum eind.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á framhaldandi at menna innanhýsis tvørfakliga samstarvið í deildini.
  • Møguleikar fyri førleikamenning og supervisión

 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara Elin Helena Ásudóttur á elias@ls.fo 

Nærri upplýsingar um Børn og Ung psykiatri og arbeiðsuppgávarnar fáast við at venda sær til funktíonsleiðara og ábyrgdarhavandi serlækna, Ninu staal á ninst@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á 304740, mánadag til fríggjadag kl. 10-12.

Umsóknarfreistin 07.01.25

Vinarliga søk starvið her. 

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Preia ein vinSíggj onnur størv