Ráðgevi til Marknaðardeildina

Marknaðardeildin, Føroya Banki

Vit sóknast eftir einum ráðgeva til Marknaðardeildina, ið hevur ábyrgd av branding, marknaðarføring og samskifti í samtakinum - bæði í Føroyum og Grønlandi. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast. 

Um starvið

Sum ráðgevi á Marknaðardeildini er tín fremsta uppgáva at standa fyri menningini av marknaðarføringini og brandingini av samtakinum bæði í Føroyum og Grønlandi. 

Ítøkiligu uppgávurnar fevna millum annað um: 

  • At arbeiða við lýsingum og ymsum átøkum
  • Dagføring og áhaldandi menning av heimasíðum og øðrum talgildum pallum hjá samtakinum
  • Skipa fyri smærri og størri tiltøkum
  • Umsiting av stuðulsavtalum
  • Samskiftisuppgávur av ymsmum slagi
  • Umsiting av sosialum miðlum

Harumframt eru fleiri aðrar fyrifallandi uppgávur. 

 

Førleikakrøv og persónligir eginleikar

Fyri at røkja starvið sum marknaðarráðgevi er tað umráðandi, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir við marknaðarføring og samskifti. Tað er sjálvsagt eisini ein fyrimunur, at tú hevur eyga fyri góðari og neyvari marknaðarføring.

Viðkomandi førleikar og/ella royndir innan talgilda marknaðarføring og grafiska sniðgeving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað er eisini ein fyrimunur, at tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst og ert stinn/ur í føroyskum og donskum. 

Av tí at uppgávurnar eru fleiri og ymiskar, er tað umráðandi, at tú megnar at hava greiðu á fleiri ymiskum uppgávum í senn. Eisini er tað týdningarmikið, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og samstundis eisini hevur góð samstarvsevnir. 

 

Vit bjóða

Sum marknaðarráðgevi í Føroya Banka verður tú partur av Marknaðardeildini. Á deildini starvast fimm fólk, ið hava ábyrgd av marknaðarføringini og samskiftinum í samtakinum. 

Harumframt er Føroya Banki eitt stórt, livandi og nútímans arbeiðspláss við tøttum tvørgangandi samstarvi millum deildirnar og góðum møguleikum fyri fakligari menning. Vit leggja stóran dent á fjølbroytni í starvsfólkahópinum, og vit eru tilvitað um kynsbýtið í leiðslu og á deildum okkara. 

 

Umsókn

Tú søkir starvið her. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. august 2024.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúnu N. Rasmussen, marknaðarleiðara, á telefon 230 478 ella á rr@bankin.fo.

Vit gleða okkum at frætta frá tær. 

Preia ein vin

Publishedmikudagur, 10. juli 2024

Application deadlinesunnudagur, 18. august 2024

ContactHRhr@banknordik.fo+298330330

Workplace addressOknarvegur 5, 100 Tórshavn