Kundi tú hugsað tær at roynt okkurt nýtt og øðrvísi? Í løtuni leita vit eftir einum privatkundaráðgeva til okkara deild í Nuuk. Umframt eitt starv, sum er fakliga spennandi og avbjóðandi, fært tú eisini ein heilt serligan møguleika at uppliva Grønland.
Vit reka bankavirksemi í Føroyum og í Grønlandi, og sostatt verður tú partur av okkara deild í Grønlandi, men eisini einum stórum samtaki, sum fevnir um bæði londini. Starvið inniber tætt kundasamband og ráðgeving, men eisini samstarv við ymisk starvsfólk við ymiskari fakligari bakgrund og royndum í bæði Føroyum og Grønlandi.
Um starvið
Sum privatkundaráðgevi fært tú ein fjølbroyttan gerandisdag við ábyrgd og ávirkan. Tú fært ábyrgd av tínum egna kundabólki og skalt ráðgeva hesum kundum um fígging, íløgur, pensjón og trygging. Starvið inniber eisini, at tú mennir verandi kundasambond og hevur eyga fyri nýggjum kundasambondum.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum
• hevur eina bankafakliga bakgrund ella viðkomandi bakgrund úr fíggjargeiranum
• hevur royndir við og/ella áhuga fyri at ráðgeva privatkundum
• dugir at skapa og at varðveita góð kundasambond
• arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og dygdargott
• hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
• hevur góða ávirkan á bæði tað fakliga og sosiala á arbeiðsplássinum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í samfelagsviðurskifti í Grønlandi, men hetta er ikki eitt krav.
Um arbeiðsplássið
Á deildini í Grønlandi, sum kallast Bankivik, starvast 21 fólk, harav 16 á Privatkundadeildini. Vit raðfesta fakliga menning og gott sosialt samanhald, bæði á einstøku deildunum, men eisini í øllum samtakinum. Tónin er óformellur, og vit samstarva tætt og væl tvørtur um deildir.
Umframt eitt spennandi starv á einum arbeiðisplássi, har starvsfólkini trívast avbera væl, er hetta eisini ein heilt serstakur møguleiki - tú sleppur at uppliva Grønland, eina stórfingna náttúru, eina øðrvísi mentan og eitt vinnulív í menning.
Vit bjóða kappingarføra løn og annars góðar starvsfólkatreytir, millum annað pensjón, tryggingar og bústaðarmøguleikar í Nuuk. Eisini eru vit smidlig í sambandi við møguligan tørv á ferðing millum londini.
Umsókn
Umsóknarfreist er mánadagin 31. august, men vit hava samrøður, so hvørt sum vit fáa umsóknir.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Piu Holm Jensen, stjóra á privatkundadeildini, á pho@bankivik.gl ella +299 58 32 31.
Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Rakul Svabo Róadóttir, HR-leiðara, á rsr@bankin.fo ella +298230670.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Preia ein vinSíggj onnur størv