Ert tú lesandi og hevur hug at fáa viðkomandi starvsroyndir í løgfrøði, antihvítvask og compliance? Dámar tær fakligar avbjóðingar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur? So er hetta kanska rætta lestrarstarvið til tín.
Føroya Banki ynskir at geva lesandi møguleika at fáa góðar og viðkomandi arbeiðsroyndir undir lestri fyri at lætta um fyrstu stóru stigini á arbeiðsmarknaðinum sum útbúgvin. Samtakið leggur harafturat stóran dent á góðar setanartreytir við møguleika fyri førleikamenning sum part av lestrarstarvinum.
Um starvið
Vit kunnu bjóða tær eitt lestrarstarv í Fyrisitingardeildini, sum gevur tær arbeiðsroyndir í fíggjarligari lóggávu og innlit í antihvítvaskøkið og compliance í Føroyum og Grønlandi. Uppgávurnar fevna um eitt nú at skriva frágreiðingar, gera stakroyndir og at framleiða virkisgongdir við støði í galdandi lóggávu. Harumframt inniber lestrarstarvið eisini viðgerð av lógaruppskotum, ið koma til hoyringar og at svara løgfrøðiligum spurningum frá starvsfeløgum í samtakinum.
Um teg
Fyrisitingardeildin hevur breitt samstarv og samskifti við alt Føroya Banka-samtakið. Tí er tað av stórum týdningi, at tú leggur dent á virðiligt samskifti og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt eru nógvar afturvendandi arbeiðsuppgávurnar á deildini, sum seta væntanir um, at tú dugir at hugsavna teg og setir teg væl inn í mannagongdir fyri økið. Fyri at trívast og eydnast væl í starvinum, ímynda vit okkum, at tú:
- Hevur áhuga í fíggjarligari lóggávu og lóggávum, ið eru galdandi fyri peningastovnar
- Dugir væl at skriva og viðgera løgfrøðiligar tekstir
- Skipar teg væl í tínum arbeiði
Vit bjóða
Á Fyrisitingardeildini starvast sjey fólk, og sum starvslesandi hjá okkum verður tú partur av einum góðum og dugnaligum arbeiðstoymi, sum leggur dent á yrkisligar førleikar og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er sum heild merkt av opinleika og hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og yrkislig tiltøk.
Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum - og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhugað, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum.
Freistin at søkja starvið er 20. mars 2025, og samrøður verða leypandi.
Lestrarstarvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu, og vit ímynda okkum, at tú kanst arbeiða 10-15 tímar um vikuna.
Vilt tú vita meira um starvið?
Jenny Persson er deildarleiðari á Fyrisitingardeildini og situr klár at svara tínum spurningum á tlf. 230 312 og á jpo@bankin.fo.
Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Arbeiðsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.
Preia ein vin