Landssjúkrahúsið søkir eftir starvsfólki til sjúkrahúsreingerð

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 11. juli 2025
Umsóknarfreistin er mikudagur, 24. september 2025

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til reingerð á deild, at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

 

Um starvið

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á deildini. 

Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so eru vit eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Tað hevur við sær, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar, tí er umráðandi at tit málsliga skilja hvønn annan væl. 

Arbeiðstíðin er áleið 30 tímar um vikuna. Tú arbeiðir bæði dag- og kvøldvakt bæði gerandis- og halgudagar. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið. 

Vaktirnar eru skipaðar soleiðis:

  • Dagvakt: kl. 8-15
  • Dag- og kvøldvakt: kl 8-14, og møtir aftur kl. 17-19

Í sambandi við at fleiri deildir fara at flyta í H bygningin, skal roknast við broytingum í bæði arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur  
  • Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum
  • Viðkomandi umsøkjari skal vera 18 ár

 

Upplýsingar

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til tlf. 304614 gerandisdagar millum  kl 8-14, ella skriva til Súsannu Nolsøe, teldupost susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 24. juli 2025. 

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Preia ein vinSíggj onnur størv