Avloysari fyri hjálparfólk í Spælistovuni hjá Dagrøktini í Runavík

publiceret 12. september 2017 15:03:11

Dagrøktin í Runavík

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloysara fyri hjálparfólk í Spælistovuni hjá Dagrøktini í tíðarskeiðnum frá 15. okt. 2017 til 15. juli 2018. Starvið er 20 t. um vikuna.

Vit bjóða· Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv· Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðsluni

Vit vænta at umsøkjarar· kunna arbeiða sjálvstøðugt· hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

Í dagrøktini eru børn í aldrinum 0 - 3 ár 

Setanarviðurskifti

Hjálparfólkastarvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 44 85 94 ella 22 85 94.

Umsóknarfreist 26. sept. 2017.

Søg stillingen | Tip en ven | Se andre stillinger hos Runavíkar Kommuna

Avloysari fyri hjálparfólk í Spælistovuni hjá Dagrøktini í Runavík – Ansøg

Indtast navn og e-mail adresse og tryk Fortsæt





eller Annuller