Námsfrøðingar til Barnagarðin á Mýrunum, Runavík

 Útgivið 12. oktober 2021
Umsóknarfreistin er 1. november 2021

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Dagstovnin Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja 15. Nov. 2021 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru á 20-30-40 tíma viku, og eru á vøggustovu, barnagarsstovu og serstovu. Lesandi, ið væntandi verða liðug við lesnaðin skjótt, eru vælkomin at søkja starv. Vit søkja eisini eftir avloysara.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi, beint við Toftavatn í Runavík, og er normeraður til 92 børn í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin hevur tríggjar barnagarðsstovur við 20 børnum, harav tann eina er ein útibarnagarðstova, tvær vøggustovur við 13 børnum og eina stovu við 6 børnum har arbeitt verður eftir sernámsfrøðiligum leisti, har gerandisdagurin er eftir hvørji børn eru á stovuni og arbeitt verður inkluderandi við hinar stovurnar á staðnum.

Førleikakrøv

•             Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði.

•             Er opin fyri bæði refleksión og sjálvrefleksión í gerandisdegnum.

•             Í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.

Vit bjóða

•             Góðar arbeiðsumstøður og eitt arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.

•             Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum og tvørfakligum samstarvi.

•             Ein stovn, ið umframt rørsluligar kanningar, málrættað arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, TÍTT, DPU og menningarætlan.

•             Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar.

Persónligir eginleikar

•             Hevur áhuga fyri relatiónsarbeiði og øðrvísi samskifti.

•             Fyrikomandi, arbeiðsamur, røkin og skipaður.

•             Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.

•             Tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er flokkað á stig 11-23. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann annað hóskandi starvsfólk setast í tíðaravmarkað starv. 

Søk starvið á www.runavik.fo undir leys størv.

Umsóknarfreistin er hósdagin 28. okt. 2021.

Preia ein vinSíggj onnur størv