Kundaráðgevar til Føroya Banka

Føroya Banki 

Kundaráðgevar til Føroya Banka

Dugir tú væl at hjálpa kundum og veita góða ráðgeving? So er hetta starvið kanska júst nakað fyri teg. Vit leita eftir dugnaligum ráðgevum at leggja afturat okkara deildum í Havn, Klaksvík og Miðvági.  

Um starvið

Leikluturin sum kundaráðgevi snýr seg um at byggja upp tætt og álítandi samband við kundan. Hetta gert tú við ráðgeving innan eitt nú lán, pensjón, tryggingar, íløgur og aðrar fíggjartænastur. Vit hava serfrøðingar innan ymisku økini, sum stuðla undir, at tú sum kundaráðgevi altíð kanst geva kundanum eina stinna og dygdargóða heildarráðgeving. 

Vit leggja eisini dent á, at starvsfólk hava møguleika at menna seg fakliga og seta sítt egna fingramerki á starvsøkið. 

Um teg

Fyri at røkja starvið sum kundaráðgevi er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum ráðgevi, ert útbúgvin í peningastovni og/ella hevur eina viðkomandi útbúgving innan eitt nú fíggjarbúskap. 

Harafturat raðfesta vit eginleikar sum hjálpsemi, góð samstarvsevni og at tú dugir at skapa og menna góð kundasambond - eisini við nýggjar kundar. 

Vit bjóða

Starvið sum kundaráðgevi er spennandi og avbjóðandi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einum toymi, har kundaráðgevar arbeiða tætt saman og samstundis hava møguleika at sparra við serfrøðingar á ymsum økjum - hetta so vit í felag kunnu veita ráðgeving við støði í tí einstaka kundanum.  

Arbeiðsumhvørvið í samtakinum sum heild er merkt av opinleika og hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til bæði sosial og faklig tiltøk. Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á okkara deildum, og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. 

Harumframt kunnu vit bjóða kappingarføra løn og góðar starvstreytir. 

Umsókn

Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. 

Freistin at søkja starvið er mánadagin 30. mars 2026. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.  

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Silju á Borg Færø, privatkundastjóra, á tlf. 230 313 ella á sbf@bankin.fo

 

Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn. 

 

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedmikudagur, 11. mars 2026

Application deadlinemánadagur, 30. mars 2026