Søkt verður eftir Føroya lands besta køksseljara!
Kundi tú hugsað tær at verið við í okkara føroyska ævintýri? Vordingborg Køkkenet hevur júst latið upp handil í Havn, og okkum tørvar fleiri hendur. Vit leita tí eftir tær, ið ert hegnig/-ur at selja, og sum kanst veita viðskiftafólkum bestu tænastuna. Kanst tú játta tað? So bjóða vit tær eina áhugaverda starvsleið í vinnuni.
Heilt nýggir køksmøguleikar
Saman við sølustjóranum Martini fært tú ábyrgdina av nýggju handlinum, sum liggur miðskeiðis í Havnini, har tú hvønn einasta dag skalt vera við til at at tryggja eina dygdargóða uppliving hjá viðskiftafólki okkara í Føroyum. Tú fært dygga upplæring, so tú ert væl og virðiliga klár/-ur til hetta køksævintýrið.
Sum køkssølufólk í Vordingborg Køkkenet er tað tín fremsta uppgáva at vera við til at tryggja viðskiftafólkunum allarbestu tænastuna. Tað gert tú við brosi á varrunum, einum dygdargóðum søluarbeiði, umframt at tú hevur hug at ganga tørvinum hjá viðskiftafólkinum á møti. Góð tænasta elur góða umrøðu millum vinir og kenningar, sum síðan smittar á aðra sølu - tað er tað, ið er kjarnin í tí bestu tænastuni.
Í Vordingborg Køkkenet hava vit ein lættan tóna okkara millum. Innanhýsis kapping okkara millum er ógviliga stór, men vit lyfta saman og hjálpa hvør øðrum at koma á mál við tí, vit hava fyri.
Um teg
- Tú livir og andar fyri at selja, torir at seta spurningar og koma við nýggjum tonkum.
- Tú hevur áður arbeitt og havt eydnuna við tær í stórum sølutilgongdum og veitst, hvat krevst fyri at fullfíggja ein handil. Og tú torir at loka hann. Tað merkir, at tú kennir øll grundstig í sølu út í æsir.
- Títt søluhegni er framúr gott.
- Tú skilir arbeiðslagið, lurtar eftir viðskiftafólkunum og ert veruliga hugað/ur at geva teimum tað, teimum tørvar.
- Tú hevur koyrikort - og egnan bil, og tú er sinnað/-ur at brúka hann fyri koyripengar.
- Vit leggja stóran dent á, at tú breiðir góðan hýr kring teg og ert álitisvekjandi.
Er hetta eginleikar, sum tú hevur? - So vilja vit ógviliga fegin læra teg upp í tí mest lokkandi køksætlanini í vinnuni!
Løn
Tú fært fasta grundløn við provisiónsskipan, pensjónsskipan og heilsutrygging. Tí ert tú sjálv/-ur við til at gera av, hvussu stór lønin verður. Vit hava einki loft á lønini, tú kanst fáa. Tess fleiri køksdreymar, tú gert til veruleika, tess størri ómakslønin og tískil eisini hægri samlað løn.
Vit bjóða
- Mest lokkandi køksætlan og vøruval í Danmark.
- Skraddaraseymaða útbúgvingarskrá.
- Øll neyðug amboð, so tú fært góða byrjan við dyggari upplæring. Tú fert á innanhýsis skeið, so tú er væl tilbúgvin til arbeiðið.
- Eggjandi prát við tínar køksstarvsfelagar í Danmark.
- Dynamikk á arbeiðsplássinum og tætt samband millum handil og leiðslu, so ikki er so langt millum hugsan og gerð.
Vt gleða okkum at frætta frá tær.
Vinaliga skriva umsóknina á donskum, av tí at starvsfólkaútvegan fer ígjøgnum donsku deildina. - Vit miða eftir at hava samrøður í viku 31.
Tip en venDetaljer