Hevur tú hug at taka ábyrgd í einari spennandi og framkomnari fyritøku, har tú veruliga gert ein mun? Vit leita eftir einum serfrøðingi í KT-trygd og váðastýring. Talan er um eitt starv, har tú fært møguleika at styrkja førleikar, sum tú longu hevur - og samstundis útbúgva teg víðari.
Føroya Banki er eitt sterkt fíggjarsamtak við bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum. Sum KT-trygdarserfrøðingur verður tú ein sentralur partur av okkara KT-øki, sum fevnir um alt samtakið.
Um starvið
Tú fært ein fjølbroyttan leiklut, ið fevnir um bæði trygdararkitektur og tøkni. Saman við øðrum serfrøðingum fært tú ábyrgd av at tryggja, menna og styrkja okkara trygdarskipanir, sum til eina og hvørja tíð skulu liva upp til trygdarkrøv og politikkir á økinum.
Uppgávurnar fevna um eitt nú at: :
- Samskipa KT-trygdarstýringina í samtakinum
- Menna og viðlíkahalda KT-trygdarkarmar (t.d. politikkir, mannagongdir og eftirlit)
- Tryggja at lóggáva og útvaldir standardir verða fylgdir
- Umseta trygdarkrøv til itøkilig trygdarátøk
- Gera váðametingar og kanningar av KT-trygdarspurningum
- Arbeiða við kontrollarum og leiðslurapporteringum
- Luttaka í verkætlanum, menningarátøkum og øðrum uppgávum sum trygdarráðgevi
Um teg
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving ella starvsroyndir innan økið. Tú ert somuleiðis vælkomin at søkja starvið, um tú ert undir útbúgving. Harafturat ímynda vit okkum, at tú:
- Hevur stóran áhuga fyri KT-stýring, kunningartrygd og váðastýring
- Trívist í einum samskipandi leikluti við tvørgangandi verkætlanum
- Kennir viðkomandi standardar og karmaverk
- Skipar teg væl í tínum arbeiði
KT-trygdarserfrøðingurin hevur breitt samstarv og samskifti við alt Føroya Banka-samtakið umframt veitarar til samtakið. Tí er tað av stórum týdningi, at tú leggur dent á virðiligt samskifti og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum og nærløgdum toymi, sum leggur dent á fakligheit, trivnað og kundaídni. Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman.
Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum - og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. Vit bjóða harumframt góðar setanartreytir við møguleika fyri førleikamenning.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhugað, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.
Freistin at søkja starvið er 10. august 2025.
Vilt tú vita meira um starvið?
Fróði Hansen er KT-stjóri og situr klárur at svara møguligum spurningum á tlf. 230 355 og á
frha@bankin.fo.
Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Arbeiðsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.
Preia ein vin