Vit sóknast eftir
einum framsøknum vinnuráðgeva, ið hevur hug at gerast partur av roynda
ráðgevingartoyminum á Vinnudeildini at byrja eftir nærri avtalu.
Um starvið
Sum vinnuráðgevi fært
tú eitt fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum. Tín fremsti leiklutur
verður at veita kundunum eina dygdargóða heildarráðgeving, sum altíð tekur
støði í tørvinum hjá tí einstaka kundanum.
Millum okkara kundar
eru bæði smærri fyritøkur, ið virka á føroyska marknaðinum, og eisini størri
fyritøkur, sum hava allan heimin sum sítt virkisøki. Tú sleppur sostatt at
arbeiða við ymiskum fyritøkum og vinnugreinum, sum ger gerandisdagin bæði
spennandi og avbjóðandi.
Um teg
Vit leggja dent á, at
tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. bankaútbúgving, HD ella cand.merc. Eisini
er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til og áhuga fyri føroyskum vinnulívi,
og royndir úr vinnulívinum eru sjálvsagt eisini ein fyrimunur.
Umframt teir fakligu
førleikarnar er tað umráðandi, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur, og at
tær dámar og dugir at fáa samband við kundar. Harafturat er tað umráðandi, at
tú hevur eitt sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag, og at tú dugir væl at
samstarva við bæði starvsfelagar og kundar.
Um okkum
Á Vinnudeildini
starvast 9 fólk, og tú verður partur av einum toymi við drúgvum royndum og
gjølligum kunnleika til føroyskt vinnulív.
Tú gerst samstundis
eisini partur av einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi við góðum møguleikum
fyri fakligari og persónligari menning. Vit leggja dent á fakliga menning og
trivnað, og arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi.
Vit arbeiða miðvíst
við at verða eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta
dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi
og deildum og leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.
Umsókn
Um starvið hevur tín
áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli (CV) og
viðkomandi prógvum í seinasta lagi 22. november 2026.
Vilt tú vita meira um
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jón Brekku, leiðara á
Vinnudeildini, á telefon 230 521 ella á jb@bankin.fo.
Fleiri enn 200
starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og
í Grønlandi. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og
LinkedIn.
Preia ein vin