Hevur tú hug at koma í læru hjá okkum?
Vit leita eftir næmingum til okkara deildir í Havn, Saltangará, Miðvági og Klaksvík. Sum næmingur hjá okkum fært tú eina góða útbúgving, sum gevur tær nógvar møguleikar at leggja tær eina spennandi og avbjóðandi starvsleið til rættis í samtakinum.
Og møguleikarnir eru nógvir, tí Føroya Banki hevur deildir í Føroyum og Grønlandi, umframt at vit reka dótturfeløgini Trygd og Skyn, sum taka sær av skaðatryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi.
Tú fært ábyrgd og ávirkan
Sum samtak leggja vit stóran dent á, at næmingar fáa møguleikar at vaksa við ábyrgd og fáa fjølbroyttar og avbjóðandi uppgávur. Tú sleppur tí at royna nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur í lærutíðini, og tú fært samband við nógv ymisk fólk - bæði kundar og starvsfólk í samtakinum.
Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk. Og hóast tú fært fleiri enn 200 dugnaligar starvsfelagar, sum fara at læra teg alt tað, sum tú hevur tørv á, so fært tú eisini ein fastan vegleiðara, sum stuðlar og fylgir tær gjøgnum alla lærutíðina.
Vilt tú vita meira um útbúgvingina og lærutíðina? Les meira her: bankin.fo/naemingar
Umsókn og freist
Um læruplássið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum.
Freistin at søkja er 27. apríl 2026.
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at venda tær til Starvsfólkadeildina á hr@bankin.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Preia ein vin