Sjúkrarøktarfrøðingar til Barnakonueindina, Familjudepilin

Landssjúkrahúsið 

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til Barnakonueindina at byrja 01.10.2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um 4 føst størv á brøk 0.8, og 3 tíðaravmarkað størv á brøk 0.8, fram til 30.09.2025.

Um Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. 

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. 

Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Um Barnakonueindina
Barnakonueindin er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primær geiranum. Í primær geiranum eru 7 ljósmøðraviðtalur runt landið. Á Landssjúkrahúsinum er skaðastovu-funktón fyri allar barnakonur í Føroyum, 3 føðistovur, ambulatorii og seingjadeild.

Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing. Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.

Á eindini arbeiða ljósmøður, sjúkrarøktarfrøðingar og obstetikarir/føðilæknar. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, gerandisdagar, vikuskifti og heilidagar. Leiðslan á Barnakonueindin er mannað av funktiónleiðslu, sum er leiðandi ljósmóðir og medisinskt ábyrgdarhavandi obstetrikari. Harumframt av toymisleiðslu, tveimum ljósmøðrum, ávíkavist fyri viðgongu/føðing og fyri svangre/barsil.

Tú kemur at starvast innan eina áhugaverda sergrein, obstetrik, saman við fakliga dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At vera um familjuna eftir føðing, at stuðla og vegleiða í grundleggjandi barsilsrøkt, familjudannilsi, herundir bróstagevan
  • At assistera til føðingar, bæði normalar og kompliseraðar og til akutt sectio
  • At veita røkt og viðgerð til kvinnuna, tá komplikatiónir stinga seg upp post partum
  • At veita postoperativa røkt og viðgerð
  • At eygleiða og veita røkt og viðgerð til innlagdar barnakonur, í tøttum samstarvi við ljósmóðir og lækna
  • At veita nýfødda barninum røkt og viðgerð og meta um, nær yvirflyting á neonataldeild eigur at verða gjørd
  • At arbeiða fyri, at familjan kemur í trivnað og tryggja neyðugu uppfylgingina, tá tey eru útskrivað av eindini


Vit ynskja ein starvsfelaga, ið ynskir at læra um og arbeiða við obstetrikkini. Hvør arbeiðsdagur er ymiskur, og tí er neyðugt, at tú ert fleksibul og trívist við tí. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar og arbeiðsferðin skiftandi. Tá arbeiðsferðin er høg er neyðugt, at tú dugir at raðfesta arbeiðsuppgávur. Tvørfakliga samstarvið er grundarsteinurin fyri, at uppgávurnar verða loystar á nøktandi hátt, og tí er avgerðandi, at tú samstarvar væl við tínar starvsfelagar. 

Í nærmastu framtíð flytir Barnakonueindin yvir í nýggja H-bygningin. Í tí sambandi verða stórar strukturellar broytingar framdar. Tí er neyðugt, at tú ert broytingarsinnað/ur og rúmar, at allar arbeiðsgongdir ikki eru fastlæstar. Tú fært samstundis møguleika at vera við at seta títt fingramerki á, hvussu framtíðar Barnakonueindin skal virka, og hvat hon skal bjóða.

Dentur verður lagdur á

  • Danska autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Evni at handla í akuttum støðan og at skapa yvirlit og raðfesta
  • Royndir innan serøkið er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • Broytingarsinnað/ur
  • Førleika at miðla vitan, bæði á depilinum og til aðrar samstarvsfelagar


Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt innleiðslu á deildini
  • Undirvísing innan obstetriska økið og einstaklinga upplæring
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Møguleika at seta títt fingramerki á nýggju Barnakonueindina
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur stóran dent á felagsskapin, trivnað og menning
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði


Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rannvá D. Christiansen, leiðandi ljósmóðir í funktiónsleiðslu, á t-post ranch@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 01.08.2024.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum-

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Tip en venAndre stillinger

Publiceret1. juli 2024

Ansøgningsfrist1. august 2024

KontaktRannvá D. Christiansenranch@ls.fo

Arbejdsstedets adresseIkke oplyst