Starvsfólk til Køkin

publiceret 28. december 2017 00:53:28

Tænastudepilin

Ert tú føðsluatstøðari, kokkur ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving og brennur fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær, vit leita eftir.

Køkurin ger mat til sjúklingar, og vit leggja dent á at gera góðan føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur stóran týdning og er ein partur av viðgerðini. Eisini gera vit mat til Kafeina og Matarhøllina.

Starvið er eitt fulltíðarstarv til setan 1. februar 2018 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 og vikuskiftisvaktir umleið 3. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Planlegging, fyrireiking, matframleiðsla, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð.

Førleikar

  • tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent), kokkur ella líknandi kostfakliga útbúgving
  • tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
  • tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki

Persónligir eginleikar

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú tolir stórt arbeiðstrýst
  • tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • tú ert røkin og arbeiðssamur
  • tú ert fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða

  • virknar og dugnaligar starvsfelagar
  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastum hjá Køkinum
  • felags innleiðsla fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring á staðnum

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligan leiðara, telefon 304500, lokal 1260, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 16. januar 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo  kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søg stillingen".

 

Søg stillingen | Tip en ven | Se andre stillinger hos Landssjúkrahúsið

Starvsfólk til Køkin – Ansøg

Indtast navn og e-mail adresse og tryk Fortsæt





eller Annuller