Ergoterapeutur til Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið 

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ergoterapeuti til tíðaravmarkað starv á brøk 0.875 (35 tímar) til setan frá 01.08.2023 til 31.03.2025.

Um deildina
Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 27 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er ergoterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er ergoterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.

Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er umráðandi, at tú fylgir við í, hvat rørir seg á økinum.

Fimm ergoterapeutar starvast á deildini, sum saman við 16 fysioterapeutum, 2 audiologopedum, einum neurosálarfrøðingi, einum sálarfrøðingi og einum kliniskum sexologi veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum.

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. 

Deildin skal ætlandi flyta í nýtt spennandi umhvørvi í H-bygninginum í ár.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At screena sjúklingar fyri dysfagi
  • At endurvenja apoplexi/neurologiskar sjúklingar
  • Heimavitjanir
  • Ráðgeving um hjálpartól
  • At veita endurvenjing aftaná arm/hond fakturar og skurðviðgerðir
  • At kanna og byrja endurvenjingar til sjúklingar á barnadeildini 
  • At endurvenja krabbameinssjúklingar
     

Dentur verður lagdur á

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur
  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við ymiskum arbeiðsuppgávum
  • At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú megnar at samstarva við ymskar fakbólkar
     

Vit bjóða
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størstu arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og hava eitt vakið eyga við nýggjastu gransking innan okkara økið. Í næstum flyta vit ætlandi í nýtt og spennandi umhvørvi í nýggja H-bygninginum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 17.07.2024.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tip en venAndre stillinger

Publiceret3. juli 2024

Ansøgningsfrist18. juli 2024

KontaktÁlvur Hansenalvha@ls.fo+298 211602

Arbejdsstedets adresseIkke oplyst