Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

 Útgivið 7. apríl 2021
Umsóknarfreistin er 20. apríl 2021

Eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin er leyst at søkja til setan 1. mai 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, skrivari: sosialráðgevar og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

 

Arbeiðsuppgávur:

• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin

• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini

• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar

• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

 

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum:

• hava góð samskiftis- og samstarvsevni

• vilja samstarva og duga at síggja loysnir

• tola at arbeiða undir trýsti

• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

 

Førleikakrøv:

• Útbúgvin sosialráðgevi

• Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast í seinasta lagi 20. apríl 2021.

 

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

 

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingrid Jensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237091.

 

Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 6.500 fólk.

Preia ein vin