Ert tú bilmekanikari, maskinmeistari
ella líknandi? Leitar tú eftir einum starvi, sum kann geva tær fakligar
avbjóðingar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur? So er hetta kanska rætta starvið
til tín.
Um starvið
Vit leita eftir bilsýnsfólki til at sýna, meta um og virðismeta akfarsskaðar og
maskinskaðar. Arbeiðsuppgávurnar fevna eisini um at finna haldførar loysnir í
samráði við kundar og umvælarar/veitarar.
Um teg
Sum bilsýnsfólk
verður tú okkara umboð úti hjá kundum, veitarum og umvælarum. Tí er tað av
stórum týdningi, at tú leggur dent á virðiligt samskifti, trívist við at
arbeiða sjálvstøðugt og setir teg væl inn í mannagongdir. Samstundis verður tín
leiklutur myndaður av nógvum innanhýsis samskifti og samstarvi við aðrar
fakbólkar á Trygd. Tað hevur tí týdning fyri starvið, at tú raðfestir gott
samstarv við tínar starvsfelagar.
Harumframt eru fortreytir fyri at
trívast og eydnast í starvinum, at:
- Tú hevur viðkomandi
arbeiðsroyndir við bilskaðum, og/ella ert útbúgvin bilmekanikari, maskinmeistari
ella líknandi
- Tú dugir at arbeiða við
vanligum telduforritum, og kanst skjótt seta teg inn í nýggjar skipanir,
t.d. Autotaks
- Tú skipar teg væl í tínum
arbeiði og dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga
- Tú ert opin fyri
førleikamenning
- Tú ert til reiðar at taka
eitt eyka tak, tá ið á stendur
Vit bjóða
Í Trygd starvast 23 fólk, og sum bilsýnsfólk hjá okkum verður tú partur av
einum góðum og dugnaligum arbeiðsplássi, sum leggur dent á fakligheit, trivnað
og kundaídni.
Arbeiðsumhvørvið er sum heild merkt av opinleika og
hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til
sosial og faklig tiltøk saman.
Vit arbeiða miðvíst við at vera
eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og
fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum
og leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.
Vit bjóða kappingarføra løn og góðar setanartreytir við
møguleika fyri førleikamenning. Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir
nærri avtalu.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli
og avriti av prógvum í seinasta lagi sunnudagin 18. september 2026.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær
til Jónas R. Castro, skaðastjóra, á tlf. 558115.
Trygd er partur av Føroya Banka-samtakinum,
og starvsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Yvir 200 starvsfólk eru í samtakinum. Í
2026 varð samtakið kosið sum Føroya besta starvsfólkabrand. Les meira um Trygd
her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.
Preia ein vin