Sølustjóri til Trygd

Trygd 

Vilt tú standa á odda fyri sølu, ráðgeving og góðum kundasambondum hjá Trygd?

Góð ráðgeving byrjar við at skilja tørvin hjá kundanum. Í Trygd hjálpa vit fólki og fyritøkum at tryggja tað, sum hevur týdning fyri tey. Nú leita vit eftir einum sølustjóra, sum vil standa á odda fyri at menna søluna og ráðgevingina á privat- og vinnukundaøkinum. Alt hetta saman við einum dugnaligum og nærløgdum toymi.

 

Um starvið

Sum sølustjóri fært tú ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av Trygd. Tú skalt seta greið mál, skapa felags stev og tryggja, at ætlanir verða umsettar til úrslit. Við góðari leiðslu verður tú saman við toyminum og leiðsluni í Trygd við til at mynda felagið, styrkja enn meira um kundasambond og skapa nýggjar møguleikar fyri vøkstri.

Tínar høvuðsuppgávur verða at:

  • Leiða, motivera og menna toymið við greiðari kós og sparring
  • Skipa og menna søluarbeiðið, raðfesta átøk, seta og fylgja upp á mál
  • Eyðmerkja handilsligar møguleikar, menna kundasambond og vinna nýggjar kundar
  • Tryggja góða ráðgeving við støði í tørvinum hjá einstaka kundanum
  • Styrkja samstarvið tvørtur um Føroya Banka-samtakið við kundanum í miðdeplinum.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir við sølu, ráðgeving og leiðslu. Tú hevur góða handilsliga fatan, góðar KT-førleikar og arbeiðir skipað og málrættað. Tú dugir at síggja møguleikar og at taka stigini, sum skulu til.

Sum leiðari ert tú týðilig/ur og nærverandi. Tú dugir at fáa starvsfólkini við tær og gevur teimum samstundis stuðul og álit til at taka ábyrgd. Harafturat er tað umráðandi, at tú dugir at skapa umstøður, har tey kunnu mennast og brúka sínar førleikar rætt. Vit leggja eisini dent á, at tú hevur orku og áræði, góð samstarvsevni og byggir álitisfull sambond við bæði kundar og starvsfelagar.

 

Vit bjóða

Í Trygd eru vit 23 starvsfólk, sum leggja dent á fakligar førleikar, trivnað og góða kundatænastu. Høvuðsuppgávurnar hjá søludeildini eru at veita ráðgeving til bæði privat- og vinnukundar hjá Trygd,  og sum sølustjóri fært tú møguleika at seta tín dám á menningina av søluni og ráðgevingini og at gera mun fyri bæði kundar og starvsfólk.

Arbeiðsdagurin er merktur av opinleika, hjálpsemi og einum løttum tóna. Vit hjálpa hvørjum øðrum og seta tíð av til bæði faklig og sosial tiltøk.

Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss við rúmi fyri fjølbroytni. Vit eru tilvitað um kynsbýtið bæði á leiðslustigi og í deildunum og leggja dent á góða javnvág millum arbeiðslív og frítíð.

Vit bjóða kappingarføra løn, góðar setanartreytir og møguleikar fyri førleikamenning. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

 

Umsókn og freist

Send okkum eina umsókn við lívsrensli og avritum av prógvum í seinasta lagi 1. desember 2026.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Onnu Mohr Holm, stjóra í Trygd, á tlf. 55 81 00.

 

Trygd er partur av Føroya Banka-samtakinum, og starvsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Í samtakinum starvast yvir 200 fólk. Í 2026 varð samtakið kosið sum Føroya besta starvsfólkabrand. Les meira um okkum á www.trygd.fo og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.

Preia ein vin

Publicerethósdagur, 5. november 2026

Umsóknarfreisttýsdagur, 1. desember 2026