printshare

Løgfrøðingur til TAKS - endurlýsing

TAKS Útgivið 12. juli 2022
Umsóknarfreistin er 14. august 2022

Hug til fjølbroytta jura og dugandi javnlíkar?

So skuldi tú bjóðað teg fram sum tann nýggi løgfrøðingurin hjá TAKS.

Í nýggja starvi tínum fert tú m.a. at:

  • vegleiða og ráðgeva málsviðgerum í lógarspurningum og eftirlitsarbeiði,
  • viðgera dómsmál,
  • viðgera revsimál,
  • leggja til rættis rundskriv og vegleiðandi ásetingar um toll, skatt og avgjøld.

Sum løgfrøðingur hjá TAKS skipar tú arbeiðsdagin hjá tær rættiliga frítt, men tú verður eisini fastur partur av løgfrøðitoymum og øðrum fakbólkum á stovninum, har tú fært góðar møguleikar at menna teg fakliga. Á lógardeildini eru í løtuni fýra fólk, harav trý eru løgfrøðingar.

Førleikar tínir

Tú hevur kandidatprógv í løgfrøði, t.e. cand.jur. Fyrimunur er við valgrein í skattarætti og revsirætti, men tað er ikki ein treyt. Tú dugir væl føroyskt og enskt, bæði í skrift og talu.

Tú skalt eisini:

  • vera fyrikomandi,
  • duga væl at samstarva,
  • vísa arbeiðssemi og nærlagni,
  • hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða fólk við ymiskari fakligari bakgrund.

Løn og setanartreytir

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknarfreistin er 14. august 2022 á midnátt

Hug at søkja? Trýst á leinkið "Søk starvið" og send eina umsókn við avritum av prógvum, lívrensli, viðmælum o.ø.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 792742 ella á bib@taks.fo.

Preia ein vin