Trívist tú við ábyrgd og dámar tær at ganga á odda? So er hetta starvið kanska júst til tín. Vit leita eftir einum deildarleiðara til okkara dugnaliga og nærlagda ráðgevaratoymi í Klaksvík og Saltangará.
Starvið
Sum deildarleiðari verður tín gerandisdagur í Klaksvík, men tú fært ábyrgd av samlaða økinum í Norðoyggjum og Eysturoynni, í tøttum samstarvi við dagliga leiðaran í Saltangará. Tað merkir, at tú verður partur av einum leiðaratoymi, har tit saman hava dagligu leiðsluna av deildunum í Klaksvík og Saltangará, ið virka sum ein samlað eind í mun til kundar og starvsfólk. Tú fert tí eisini at hava regluligar arbeiðsdagar í Saltangará.
Tín leiklutur verður saman við starvsfólkahópinum at ganga á odda og veita eina góða heildarráðgeving til kundan. Hetta inniber eitt nú ráðgeving um lán, pensjón, trygging, íløgur og aðrar fíggjartænastur. Ráðgevingin verður veitt í tøttum samstarvi við okkara serfrøðingar á ymisku tænastuøkjunum.
Sum deildarleiðari fært tú ábyrgd av:
- Starvsfólkaleiðslu og at menna deildina sum heild
- At ganga á odda og tryggja góðar kundaupplivingar
- Budgett og at tryggja skynsama útreiðslustýring
- At gera og dagføra innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir
- At at tryggja gott og greitt samskifti við kundar, starvsfólk og samstarvsfelagar
Um teg
Sum samtak seta vit okkara kundar og okkara starvsfólk í fremstu røð. Tá ið vit hava starvsfólk, ið trívast og støðugt menna sínar førleikar, skapa vit samstundis fortreytirnar fyri, at vit sum fíggjarsamtak kunnu røkka okkara kundum og okkara málum. Tí ímynda vit okkum, at tú:
- Hevur góð samskiftisevnir og raðfestir eginleikar sum samstarv og hjálpsemi
- Hevur góðar leiðsluførleikar og eina strategiska fatan
- Skipar teg væl í tínum arbeiði og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
- Hevur royndir sum ráðgevi, ert útbúgvin í peningastovni og/ella hevur lisið fíggjarbúskap
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.
Vit bjóða
Starvið sum deildarleiðari er spennandi og avbjóðandi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.
Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið leggur stóran dent á at tryggja kundanøgdsemi við ráðgeving, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka, og sum skapar virði fyri kundan.
Arbeiðsumhvørvið í samtakinum sum heild er merkt av opinleika og hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman. Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum og leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. Harumframt kunnu vit bjóða kappingarføra løn og góðar starvstreytir.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 21. september 2025.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Silju á Borg Færø, privatkundastjóra, á tlf. 230 313 ella á sbf@bankin.fo.
Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.
Preia ein vin