Løgfrøðiligur ráðgevi

Trygd, Trygd

Løgfrøðiligur ráðgevi til Trygd

Vit leita eftir einum nærløgdum løgfrøðiligum ráðgeva at ráðgeva leiðslu og nevnd hjá Trygd. Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú fert at hava ábyrgd av at menna løgfrøðiliga arbeiðið í Trygd. 

Um starvið

Starvið er eitt fulltíðarstarv, og tínar fremstu uppgávur vera at veita leiðslu og nevnd løgfrøðiliga ráðgeving. Harumframt fevnir starvið eisini um:

  • uppgávur innan compliance
  • produktmenning
  • at umsita sáttmálar
  • samskifti við myndugleikar
  • kæruviðgerð
  • at hava ábyrgd av tryggingartreytum

Sum løgfrøðiligur ráðgevi svarar tú til leiðsluna hjá Trygd, men starvið inniber eisini tvørgangandi samstarv við hinar deildirnar, har tú hevur ábyrgd av at veita løgfrøðiliga ráðgeving innan ymisk øki. 

Um teg

Fyri at røkja starvið sum løgfrøðiligur ráðgevi er tað umráðandi, at tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. cand.jur. ella cand.merc.jur. Eisini er tað umráðandi, at tú hevur viðkomandi royndir og áhuga fyri tryggingarrætti. 

Harumframt leggja vit dent á, at tú:

  • dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt
  • trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum
  • hevur áræði at ganga á odda at menna løgfrøðiliga arbeiðið í Trygd. 

Um okkum

Hjá Trygd starvast 23 starvsfólk, og arbeiðsplássið er býtt upp í eina privatkundadeild, eina vinnudeild og eina skaðadeild. 

Arbeiðsplássið er merkt av eini góðari javnvág millum fakligari tyngd og góðum samanhaldi millum starvsfólkini. So tú kanst vænta tær eitt starv, har tú hevur góðar møguleikar fyri at menna tínar fakligu førleikar og samstundis vera partur av einum sosialum og framúr góðum arbeiðsumhvørvi. 

Umsókn

Umsókn, lívsrensl, avrit av prógvum og møgulig viðmæli skulu sendast okkum í seinasta lagi mikudagin 1. mai. Tú kanst søkja starvið niðanfyri.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Onnu Mohr Holm, stjóra, á tlf. 55 81 00. 

Vit gleða okkum at frætta frá tær. 

 

Preia ein vin

Publishedmikudagur, 3. apríl 2024

Application deadlinemikudagur, 1. mai 2024

ContactHRhr@banknordik.fo+298330330

Workplace addressNot specified