Vit leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til eitt fyrisitingarligt starv á Íløgudeildini hjá okkum í Føroya Banka. Deildin fevnir um fjølbroyttar uppgávur og førleikar sum m.a. ráðgeving, greining og fyrisiting. Høvuðsuppgávan í starvinum verður at arbeiða við uttanlandsflytingum og at tryggja, at hesar verða avgreiddar rætt, trygt og til tíðina.
Hevur tú hug at vera partur av einari deild, har ábyrgd, samstarv og neyvleiki eru lyklaorð? So hoyra vit fegin frá tær.
Um starvið
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum fakliga sterkum umhvørvi. Tú verður partur av einum nærløgdum toymi, sum fer at lata teg væl í til leiklutin. Í gerandisdegnum fert tú at hava tætt samstarv við starvsfelagar á deildini og á øðrum deildum í bankanum - og dagligt samskifti er eisini við samstarvsfelagar uttanlands.
Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru:
- Avgreiðsla og eftirlit við uttanlandsflytingum
- Tryggja, at flytingar lúka galdandi reglur og krøv (compliance/AML)
- Viðgera fyrispurningar frá kundum og starvsfeløgum
- Samskifti við útlendskar bankar og fíggjarstovnar
- Luttaka í menning og betran av skipanum og arbeiðsgongdum
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert bankaútbúgvin ella hevur viðkomandi útbúgving innan búskap ella líknandi. Fortreytirnar fyri at trívast og eydnast í starvinum eru, at tú arbeiðir skipað og hevur ein grundleggjandi áhuga fyri fíggjarligum marknaðum.
Starvið inniber nógv samstarv bæði innanhýsis og uttanhýsis. Tí vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevni, dugir væl at samskifta og hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
Royndir innan bankavirksemi ella gjaldsskipanir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum leggur dent á fakligheit, menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman.
Sum samtak arbeiða vit miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum - og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. Vit bjóða harumframt góðar setanartreytir við møguleika fyri førleikamenning.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhugað, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.
Freistin at søkja starvið er mánadagin 23. mars 2026.
Vilt tú vita meira um starvið?
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á Íløgudeildini, á telefon 230733 ella t-post hmj@bankin.fo.
Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Arbeiðsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.
Preia ein vinSíggj onnur størv