Námsfrøðingar til Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta, Søldarfjørður

Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta Útgivið 6. juni 2018 11:09:04

Í samband við at Sóljuhjarta letur upp nýggja vøggustovu í Søldarfjarðar skúla søknast við eftir námsfrøðingum, at arbeiða á vøggu- og barnagarðsstovum.

Eftir summarfrítíðina 2018 veitir Sóljuhjarta tilboð til upp til 80 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Søldarfjarðar skúla.

Lýst verður eftir:

Námsfrøðingum á 30 - 35 t/v til vøggu og barnagarðsstovu at byrja 13. august 2018 ella eftir nærri avtalu

Vit leita eftir umsøkjarum ið:

  • hava umsorgan fyri børnum
  • eru ídnir, nærlagdir og álítandi
  • duga væl at samskifta og hava góð samstarvsevnir
  • hava gott yvirlit og megna at skipa dagin
  • eru nýhugsandi, ígongdsetandi og megna broytingar um so skuldi verið.
  • síggja møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum.

Lønar og setanartreytir

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og  Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.  Námsfrøðingar verða løntir á stig 11-20.

Søkja ov fáir námsfrøðingar, kunnu hjálparfólk vera sett tíðaravmarkað ístaðin.

Fleiri upplýsingar

Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 297171/667170

UmsóknirSøk størvini á netinum á www.runavik.fo Umsókn skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 20 juni 2018.

Preia ein vinSíggj onnur størv hjá Runavíkar Kommuna