Summarferiuavloysari

P/F BankNordik Færøerne 

Vit sóknast eftir dugnaligum, ágrýtnum og fyrikomandi sumamrferiuavloysara til Kundatænastuna í høvuðssæti okkara at byrja skjótast gjørligt. 

Starvið í Kundatænastuni
Í Føroya Banka arbeiða vit miðvíst við at veita kundum okkara eina góða tænastu, og í hesum sambandi hevur Kundatænastan ein týðandi leiklut. Í Kundatænastuni leggja vit okkum eftir at veita eina skjóta, góða og smidliga ráðgeving umvegis telefon og teldubræv. Uppgávurnar á deildini eru ymiskar og fevna m.a. um: 

  • Persónliga ráðgeving 
  • Telefonavgreiðslu
  • Netbanka og kortavgreiðslu

Starvið í Kundatænastuni er í summarferiutíðarskeiðnum. 

Persónlig vangamynd
Vit leita eftir starvsfólkum, ið fyrst og fremst eru tænastusinnað, ábyrgdarfull, hava jaligan hugburð, og sum bæði duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorvald Petersen, leiðara í Kundatænastuni, á telefon 330 330 ella á tjp@banknordik.fo.

Umsókn
Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. mai 2024. 

 

Preia ein vin

Publishedsunnudagur, 21. apríl 2024

Application deadlinesunnudagur, 5. mai 2024

ContactHRhr@banknordik.fo+298330330

Workplace addressNot specified