Greinari til Føroya Banka

Føroya Banki 

Vilt tú taka ábyrgd í einari spennandi og framkomnari fyritøku? Vit leita eftir einum greinara til analytiska partin av okkara Fíggjardeild. Talan er um eitt spennandi starv, sum gevur tær fjølbroyttar royndir og møguleika at víðka um tínar analytisku førleikar.

Føroya Banki er eitt sterkt fíggjarsamtak við bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum. 

Um starvið

Sum greinari verður tú ein partur av okkara analytiska øki, sum fevnir um dátu- og greiningararbeiði fyri alt samtakið. Analysutoymið er partur av Fíggjardeildini, har tað samlað eru ellivu starvsfólk. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleika at menna og mynda økið saman við starvsfeløgunum. Uppgávurnar fevna m.a. um at:

  • Stuðla Fíggjardeildini við mánaðarligum roknskapum og frágreiðingum.
  • Menna og viðlíkahalda leiðslurapportering fyri samtakið - hjálpa leiðslu og øðrum deildum við dáta og greiningum.
  • Menna og viðlíkahalda simuleringsamboð og myndlar.
  • Luttaka í verkætlanum, menningarátøkum og øðrum uppgávum.

Um teg

Sum greinari hevur tú breitt samstarv og samskifti við alt Føroya Banka-samtakið. Tí er tað av stórum týdningi, at tú leggur dent á virðiligt samskifti og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt ímynda vit okkum, at tú:

  • Hevur viðkomandi hægri útbúgving ella starvsroyndir innan økið. Tú ert somuleiðis vælkomin at søkja starvið, um tú ert undir útbúgving.
  • Ert stinn/ur analytiskt og hevur stóran áhuga at arbeiða við dáta og greiningum.
  • Hevur kunnleika til viðkomandi KT-amboð til dátugreining, t.d. SQL og Power BI.
  • Skipar teg væl í tínum arbeiði.

Vit bjóða

Tú verður partur av einum dugnaligum og nærløgdum toymi, sum leggur dent á fakligheit, menning og trivna. Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman. 

Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum - og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. Vit bjóða harumframt góðar setanartreytir við møguleika fyri førleikamenning.  

Umsókn

Um starvið hevur tín áhugað, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. Starvið verður sett eftir nærri avtalu. 

Freistin at søkja starvið er 12. august 2025

Vilt tú vita meira um starvið? 

Sjúrður Thorsteinsson er analysuleiðari og kann svara møguligum spurningum á tlf. 230 814 og á 

smt@bankin.fo

 

Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Arbeiðsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn. 

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedfríggjadagur, 18. juli 2025

Application deadlinetýsdagur, 12. august 2025