Granskingarábyrgdari til Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið hósdagur, 21. mai 2026
Umsóknarfreistin er hósdagur, 4. juni 2026

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir granskingarábyrgdara í ein 0,5 brøk, at byrja 15.06.2026 ella eftir nærri avtalu.

Gransking er ein av grundsúlunum undir øllum virkseminum hjá einum sterkum, haldførum og framfýsnum  sjúkrahúsverkið. Granskingin tryggjar høgt støði innan sjúklingaviðgerð og trygd, mennir mannagongdir og rakstur og er við til at framtíðartryggja sjúkrahúsverkið umvegis vitan, nýskapan og fakliga menning. 

Skurðdepilin í Sjúkrahúsverkinum arbeiðir miðvíst fram ímóti at tryggja teir bestu staðbundnu karmar fyri gransking og nýskapan. Hendan raðfesting av einum haldførum granskingarundirstøðukervi skal tryggja at gransking og nýskapan verður rótfest sum áhaldandi partur av kliniska virkseminum á Skurðdeplinum.

Granskingarábyrgdarin hevur yvirskipaðu ábyrgd av granskingini á Skurðdeplinum í tøttum samstarvi við starvfólkum og á deplinum. 

Granskingarábyrgdarin hevur tætt samstarv við Heilsugranskingareindina, sum skipar og samskipar granskingina í Sjúkrahúsverkinum. Heilsugranskingareindin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at granskingarvirksemið í Sjúkrahúsverkinum er væl skipað og fylgir viðtiknum fyriskipanum fyri gransking. Høvuðsuppgávan er, umframt at fremja gransking, at veita ráðgeving og stuðul til granskarar og hava samlað yvirlit yvir granskingarvirksemið í Sjúkrahúsverkinum. 

Uppgávur:

Uppgávurnar hjá granskingarábyrgdara fevna um at stuðla uppundir menningini av viðkomandi granskingar átøkum og verkætlanum á Skurðdeplinum, herundir leiða, ráðgeva og vegleiða granskingarhugskot og umsóknir til granskingarfígging, menna granskingar undirstøðukervi, herundir skráir og dátugrunnar, miðla granskingina breitt umframt áhaldandi at arbeiða við menning av breiðum samstørvum tvørtur um deplar og deildir, tvørtur um heilsugeirar, tvørtur um vitanarstovnar og tvørtur um landamørk. 

Førleikakrøv:

  • Formligar granskingarførleikar (ph.d. innanfyri heilsuvísindi)
  • Formligar førleikar og/ella skjalfestar royndir innan stýring og leiðslu av gransking
  • Royndir við tvørfakligum samstarvi innanfyri sjúkrahús- og heilsuverk
  • Royndir við menning av granskingarumhvørvum 

Tað er ein fyrimunur at umsøkjarin hevur ítøkiligar arbeiðsroyndir við samskipan, samstarvi og leiðslu av gransking í Føroyska Sjúkrahúsverkinum - hetta fyri at tryggja at umsøkjarin hevur viðkomandi og góða fatan av serligum viðurskiftum, sum gera seg galdandi í Føroyum.

Nærri kunning kann fáast við at seta seg í samband við leiðandi yvirlækna Elinborg S. Mortensen á (+298) 289901, teldupost: elimo@ls.fo 

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknarfreistin er 04.06.2026

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv