Landsdemenssamskipari til Suðuroynna

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 9. november 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 23. november 2026

Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt starv sum landsdemenssamskipari leyst at søkja frá 1. desember 2026 ella skjótast tilber.

Starvið er staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, og arbeiðsøkið er í kommunalu samstarvsøkinum hjá Suðuroyar Bú- og Heimatænastuni (BHS) . Ein dag aðruhvørja viku er arbeiðsdagurin í Tórshavn á Demensklinikkini.

Talan er um eitt starv á brøki 0,6.

Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:

Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, - tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin.

Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.

Tann demensrakti skal verða í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og  landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, - hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.

Uppgávurnar eru:

  • At verða við til útgreinan á Demensklinikkini. At hava viðtalur og fylgja viðgerðunum, sum verða settar í verk. At gera uppfylgjan í tí sambandinum við at stuðla og ráðgeva kommunalu demenssamskiparunum, Almannaverkinum, demensraktum og avvarðandi.
  • At vera forlongdi armurin frá demensklinikkini - út til kommunurnar og annars landið sum heild.
  • At  vegleiða samstarvsfeløgum, so tey verða før fyri at undirvísa og gera samrøðubólkar til persónar við demens og avvarðandi. Menna tann sosialpædagogiska hugburðin og vera tann reflekterandi praktikarin.
  • At menna tilfar til vitan um demens saman við starvsfeløgum á Demensklinikkini

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan demensøkið

Ynskiligt er, at tú hevur:

  • Útbúgving sum demenssamskipari ella sinnað at taka hesa útbúgving
  • Megnar at hava nógvar bóltar um somu tíð, tí starvið fevnir breitt
  • Vilja at arbeiða í broytingartilgongdum
  • Hugin og viljan at arbeiða tvørfakliga, rehabiliterandi, heilsufremjandi, fyribyrgjandi og vitanardeilandi

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv innan demensøkið
  • Innleiðslu og upplæring í starvinum.
  • Regluliga supervisión
  • Mentor fyrstu tíðina
  • Luttøku í felags menning innan økið. Fakliga sparring við starvsfelagar innan landsdemensskipan eftir tørvi.

 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 234557 til Birgit Andersen, virkandi deildarleiðara á

Umsóknarfreistin er 23.11.2026.

Vinarliga søk starvið her.


Preia ein vinDetaljur

Landsdemenssamskipari til Suðurstreym

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 9. november 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 23. november 2026

Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt farloyvisstarv sum landsdemenssamskipari leyst at søkja frá 1.desember 2026, ella skjótast til ber. Starvið er til 31.august 2027 og á brøki 0,5.

Starvið er staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum og arbeiðsøkið er í kommunala samstarvsøkjunum við Tórshavnar Kommunu.

 

Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:

Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin.

Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.

Tann demensrakti skal vera í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og  landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.


Uppgávurnar eru:

  • At vera við til útgreiningar á Demensklinikkini, at hava viðtalur, at fylgja viðgerðunum, sum verða settar í verk og aðra neyðuga uppfylgjan í tí sambandinum við at stuðla, ráðgeva og undirvísa kommunalu demenssamskiparunum, Almannaverkinum, demensraktum og avvarðandi.
  • At vera forlongdi armurin hjá demensklinikkini - út til kommunurnar og annars landið sum heild.
  • At  vegleiða samstarvsfeløgum, so tey verða før fyri at undirvísa og gera samrøðubólkar til persónar við demens og avvarðandi. Menna tann sosialpædagogiska hugburðin og vera tann reflekterandi praktikarin.
  • At menna tilfar til vitan um demens saman við starvsfeløgum á Demensklinikkini

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan demensøkið

Ynskiligt er, at tú hevur:

  • Útbúgving sum demenssamskipari
  • Megnar at hava nógvar bóltar um somu tíð, tí starvið fevnir breitt
  • Vilja at arbeiða í broytingartilgongdum
  • Hugin og viljan at arbeiða tvørfakliga, rehabiliterandi, heilsufremjandi, fyribyrgjandi  og
  • vitanardeilandi

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv innan demensøkið
  • Innleiðslu og upplæring í starvinum
  • Mentor fyrstu tíðina at ráðføra seg við
  • Luttøku í felags menning innan økið. Fakliga sparring við starvsfelagar innan landsdemensskipan eftir tørvi

 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 234557 til Birgit Andersen, virkandi deildarleiðara á Demensklinikkini, biran@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23.11.2026

Vinarliga søk starvið her.

Preia ein vinDetaljur

Sjúkrarøktarfrøðingur til intern medisinsku seingjardeildina á H1

Landssjúkrahúsið Útgivið hósdagur, 5. november 2026
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 22. november 2026

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða í skiftandi vaktum. Talan er um eitt barsils farloyvisstarv á starvsbrøki 0,8 frá 01.01.27 til 31.12.27. ella eftir avtalu.

H1 er seingjardeild við trimum toymum og 35 seingjaplássum. Intern medisinska toymi tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum og hevur 15 seingjapláss. Virksemið er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan hesar sergreinar:

  • Infektiónsmedisin
  • Nefrologi
  • Gastroenterologi
  • Reumatologi
  • Onkologi
  • Hæmatologi
  • Palliatión
  • endokrinologi

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og sjúkrarøktina                                                                                                

Vit leggja dent á: 

  • fakligar royndir og áhuga innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • jaligt tvørfakligt samstarv 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita hjá  Guðni Rembergdeildarleiðara, tlf. 304500, lokal 4937, gudre@ls.fo

Umsóknarfreistin er 22.11.26.

Vinarliga søk starvið her. 

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

Preia ein vinDetaljur

Lærlingar sum ambulansuviðgerar til Sjúkraflutningstænastuna í Sjúkrahúsverkinum

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 3. november 2026
Umsóknarfreistin er týsdagur, 17. november 2026

Ein spennandi og avbjóðandi útbúgving har tú ger mun

Sjúkraflutningstænastan á Landsjúkrahúsinum søkir eftir tveimum lærlingum at útbúgva seg til ambulansuviðgera at byrja 04.01.27. Fyrsta skúlagongd í Danmark byrjar 20.01.27.

Arbeiðið sum ambulansuviðgeri í Sjúkrahúsverkinum umfatar arbeiði á skaðastaðnum, heima hjá sjúklinginum, inni á sjúkrahúsinum og í sjúkrabilinum.

Undir útbúgvingini lærir tú at gera bjargingararbeiði og viðgerð á staðnum og í sjúkrabilinum. Tú lærir eisini um flutning av sjúkum ella skøddum fólki, at fáa tey skjótt og trygt til sjúkrahúsið.

Ein partur av arbeiðinum umfatar at vera saman við menniskjum, sum hava tað trupult, skapa tryggleika og geva umsorgan.

Tað er umráðandi at tú dugir at lurta, er nærverandi, vekir álit, hevur jaliga menniskjaáskoðan og er góð/góður til samstarv.

Í lærutíðini kemur tú at arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landsjúkrahúsinum.

Útbúgvingarlongd: 4 ár og 1 mánaður

Skúlagongd: Rybners Teknisk Skole í Esbjerg í Danmark. Starvsvenjingin er á Landsjúkrahúsinum

Meðan tú er í skúla í Danmark býr tú á skúlaheimi.

Førleikakrøv

  • Skal vera fyltur 21 ár tá lærutíðin byrjar
  • Skal hava staðið støddfrøði og føroyskt á minimum 10. floks støði
  • Læknaváttan
  • Er sálarliga heilsusterk/ur, tí tú skalt arbeiða við sjúkum, sálarliga óstøðugum, kreppuraktum ella doyggjandi fólki
  • Er væl fyri likamliga
  • Er sinnað/ur at hava tætt samband við onnur
  • Er ábyrgdarfull/ur og árvakin
  • Er tænastusinnað/ur 
  • Umhugsin
  • Er praktisk/ur og loysningsrættaður.
  • Er sinnað/ur at arbeiða uttandura
  • Góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga
  • Góðir telduførleikar
  • Rein revsiváttan
  • Barnaváttan
  • Koyrikort til bil í minimum 1 ár

Heilsukrøv

Fyri at gerast ambulansuviðgeri skal tú vera væl fyri likamliga, hava góða heilsu og standa eina fysiska roynd. Arbeiðið kann vera likamliga krevjandi, og um tað verður mett at tín heilsustøða kann økja um vandan fyri tína egnu trygd ella trygdina hjá øðrum, kunnu vit ikki bjóða tær lærupláss.

Tá tú søkir lærupláss, skal tú hava eina heilsuváttan frá egnum lækna. Tú rindar sjálvur kostnaðin av hesi læknaváttan. Um tú hevur havt onkra sjúku ella skaða, er tað umráðandi, at hetta er skjalfest í tíni læknaváttan.

Fysiska roynd 

Tað er umráðandi at tú er væl fyri likamliga. Tí hava vit eina roynd, fyri at kanna tína styrki og førleikar, og fyri at meta um tú megnar ta dagliga arbeiði sum ambulansuviðgeri.

Royndin er gjølla samansett fyri at kanna teir vøddar, sum eru undir trýsti tá tú arbeiðir sum ambulansuviðgeri.

Niðanfyri er leinkjan til fysisku royndina hjá Ambulance Syd í Danmark, vit brúka ta somu. Hon er í fleiri pørtum. Vit viðmæla, at tú roynir at fullføra fysisku royndina áðrenn tú kemur til sjálva upptøkuroyndina.

Fysisk test: Ambulance Syd - Introduktionsvideo

Fysisk test: Ambulance Syd - Rygmuskeltest

Fysisk test: Ambulance Syd - Mavemuskeltest

Fysisk test: Ambulance Syd - Lårmuskeltest

Fysisk test: Ambulance Syd - Dødløft

Fysisk test: Ambulance Syd - Gang på stepbænk

Fysisk test: Ambulance Syd - Løbetest

Áðrenn tú søkir starvið sum ambulansuviðgeri er tað umráðandi, at tú er væl fyrireikað/ur, og setir teg væl inn í krøvini fyri upptøku til ambulansuviðgera.

  • Tú skal søkja talgilt, skriva eitt sindur um teg sjálvan og hví tú søkir um at blíva ambulansuviðgeri
  • Tú skal orða teg greitt og lýsa tínar royndir stutt og greitt
  • Tú skal vísa, at tú hevur sett teg væl inn í hvat henda útbúgving inniheldur og krevur
  • CV
  • Kopi av fráfaringarroynd fólkaskúlans og/ella onnur viðkomandi skjøl ella útbúgving
  • Kopi av koyrikort
  • Møgulig viðmæli

Tá tú hevur sent tína umsókn, fær tú eina váttan uppá at umsóknin er móttikin.

Um tú kemur til samrøðu

Heildarfatan
Heildarfatan snýr seg m.a. um at skilja sín egna leiklut í einari størri heild - t.d. tá arbeitt verður í toymi við ymiskum menniskjum og fakbólkum. Tú skal skilja virksemið í einum størri perspektivi og týdningin av egnari ábyrgd og innsatsi sum part av uppgávuloysnini. Hetta krevur góða fatan og virðing fyri ymisleikanum hjá øðrum fakbólkum, og egnum leikluti í hesum sambandi.

Analytisk hugsan
Analytisk hugsan inniber í hesum høpi evnini til at samla og greina upplýsingar, finna møguligar loysnir og taka eina avgerð. Hetta er sera umráðandi sum ambulansuviðgeri, har tørvur er á at staðfesta og handla í bráðfeingis støðum. Man skal hava yvirlit og skapa tryggleika í ofta óskipaðum støðum, og samstundis geva rúm til onnur í toyminum.

Samstarvsevni
Samstarvsevni inniber at hava vilja og áhuga í at arbeiða í einum toymi soleiðis, at sjúklingurin fær best møguligu viðgerð. Hetta samstarvið byggir á álit, ‘sparring’ og vitanardeiling. Man skal tí trívast við at loysa uppgávur í felag og hjálpa hvørjum øðrum í toyminum.
Samskiftisevni inniber eisini at samskifta á ein virðiligan hátt, har ein dugir at lurta og samstundis samskifta greitt og týðiliga. Gott samskifti hevur stóran týdning fyri trygdina hjá sjúklinginum og trivnaðin.  

Sjálváskoðan
Sjálváskoðan inniber at kenna til egnar styrkir og veikleikar. At megna at geva og móttaka konstruktiva afturboðan, og at biða um stuðul og vegleiðing tá tørvur er á tí. At vera tilvitaður um hvussu man ber seg at í ymiskum støðum, og hvussu man ávirkar onnur menniskju við egnari atferð.

Empati
Empati inniber at skilja støðuna hjá øðrum menniskjum. Ein ambulansuviðgeri má hava ‘medferðarkenslu’ og empati, tí stórur partur av arbeiðinum inniber, at vera saman við menniskjum í kreppu. Sjúklingurin skal viðfarast við virðing, umsorgan og við áliti. Førleikarnir hjá ambulansuviðgeranum til at meta um, hvat er hóskandi í støðuni er sera umráðandi, tí tú kemur at hjálpa menniskjum frá øllum sosialum løgum og gera skjóta metan um tørvin á hjálp.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Louis Hansen louha@ls.fo deildarleiðara á Sjúkraflutningstænastuni.

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 17.11.2026

Vinarliga søk starvið her. 

www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/flutningur-og-logistikkur/ambulansuviðgeri

https://rybners.dk/vores-uddannelser/teknisk-skole/uddannelser/alle-erhvervsuddannelser/ambulancebehandler

 

 

Preia ein vinDetaljur

Dátuserfrøðingur til Talgild heilsa

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 30. oktober 2026
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 15. november 2026

Talgild heilsa leitar eftir einum dátuserfrøðingi, sum skal hava ein tvørgangandi leiklut í menningini av framtíðar dátugrundarlagnum í føroyska heilsuverkinum. 

Tú verður partur av programmskrivstovuni og kemur at arbeiða tvørtur um fleiri av okkara verkætlanum, m.a. felags dátumodell, nýggju kjarnuloysnina VITA og arkivloysnina. Starvið verður eitt bindilið millum kliniskt virksemi, dátur, tøkni og teir veitarar, sum vit samstarva við.

Um starvið
Tú verður við til at tryggja, at heilsudátur eru væl skipaðar, við høgari góðsku og kunnu varðveitast, flytast og endurnýtast á ein tryggan og samanhangandi hátt.

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

  • menna og viðlíkahalda felags dátumodell og kontaktmodell, m.a. í sambandi við VITA
  • skapa yvirlit yvir dátur og vera við til at menna ein framtíðartryggan dátuarkitektur
  • arbeiða við altjóða standardum og flokkingum, m.a. LPR3, ICD, ICPC og FSIII
  • arbeiða við dátugóðsku, data governance, dátueigaraskapi og felags definitiónum
  • luttaka í menning av felags skrásetingarpolitikki og skrásetingarreglum
  • stuðla undir dátumigrering, varðveitslu og arkivering av heilsudátum
  • umboða okkara dátuáhugamál og vera ein týðandi fakligur samstarvsfelagi í dialoginum við okkara samstarvspartnarar og veitarar

Starvið hevur sostatt týdning bæði fyri verksetan av nýggjum talgildum loysnum og fyri at byggja upp varandi førleikar innan dátur og dátugóðsku í heilsuverkinum. 

Tú kemur at hava tætt samstarv við leiðslu, klinikarar, fakfólk og veitarar, umframt verkætlanleiðarar, serliga verkætlanina Dátur, og verður sostatt eitt bindi lið millum tað tøkniliga og tað fakliga.

Vit vænta, at tú
hevur viðkomandi hægri útbúgving innan t.d. datalogi, informatikk, data vísund, heilsu-KT ella líknandi. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men vit eru eisini áhugað í tær, um tú ert nýútbúgvin ella hevur styttri arbeiðsroyndir, men sterk faklig evni innan dátuarkitektur.

Vit leggja harumframt dent á, at tú:

  • hevur analytiskan sans og góða tøkniliga fatan
  • arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
  • dugir at samstarva tvørtur um fakbólkar og gera tøkni og dátur skiljandi fyri onnur
  • hevur áhuga fyri samspælinum millum dátur, kliniskt virksemi og talgildar loysnir
  • Hevur áhuga fyri og evni at ogna sær servitan innan standardir fyri heilsudátur og kliniska skráseting.

Vit bjóða

Eitt spennandi og tvørfakligt starv við stórari ávirkan á menningina av framtíðar talgilda heilsuverkinum. Tú verður partur av einum framfúsum toymi við góðum møguleika fyri fakligari menning og samstarvi við bæði klinisk, tøknilig og serfrøðingar, bæði innan- og uttanhýsis.

Starvið vísir til programmleiðaran í Talgild heilsa og er í fyrstu syftu knýtt at programminum sum tíðaravmarkað starv í fimm ár, við møguleika fyri einum framhaldandi leikluti eftir verksetan.

Løn og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum í fyrstu syftu er tíðaravmarkað til fimm ár. Møguleiki er fyri, at starvið verður longt ella verður gjørt til eitt varandi starv, tá ið verkætlanin fer yvir í rakstur.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Okkara visjón : Vit arbeiða við at skapa eina framtíðartryggjaða, borgaravenda talgilda loysn til føroyska heilsuverkið. Okkara mál er at stuðla undir heilsu og gera gerandisdagin lættari fyri okkara dugnaligu starvsfólk gjøgnum eina felags sjúklingajournal loysn, ið styrkir tvørgangandi samstarvið millum geirarnir í Heilsuverkinum. Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo. 

Vinarliga søk starvið her. 

Preia ein vinDetaljur

Sálarfrøðingur til leiðsluna í Barna- og ungdómspsykiatrisku eindina á Psykiatriska deplinum

Landssjúkrahúsið Útgivið hósdagur, 29. oktober 2026
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 15. november 2026

Talan er um eitt fast fulltíðarstarv til setan 1. januar 2027 ella skjótast til ber.. Leiðslan á barna- og ungdómspsykiatrisku eindini er mannað við einum sálarfrøðingi og einum sjúkrarøktarfrøðingi. Hesi loysa tær ymisku leiðsluuppgávurnar í tøttum samstarvi. Arbeiðsøkið hjá sálarfrøðiliga leiðaranum fevnir m.a. um fyrisitingarligar uppgávur, starvsfólkaleiðslu, útgreining og viðgerð í tann mun til ber.

Um Barna- og ungdómspsykiatrisku eindina:

Barna- og ungdómspsykiatriska eindin arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Eindin hevur serkunnleika í at útgreina og viðgera børn og ung ið hava menningarórógv ellar sálarligar sjúkur. Umframt ambulantar viðtalur, umfatar virksemið  eisini eina dageind. Dageindin er eitt miljøterapeutiskt tilboð til tey børn og ungu, sum hava tørv á m.a. at verða útgreinaði undir daginnlegging. 

Á Psykiatriska deplinum leggja vit okkum eftir at veita eina góða tænastu og at útgreina og viðgera við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjuna. 

Vit leggja dent á eina samskapandi sjúklingagongd, við hugtøkunum rehabilitering og recovery sum týdningarmiklir vitar í tilgongdini til uppgávurnar. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • Leiðsla og menning av Barna- og ungdómspsykiatrisku tænastuni. Herundir, at leiða og menna eindina sum part av Psykiatriska deplinum.
  • At leiða í eini duo-leiðslu, har tú saman við hinum leiðaranum veruliga megnar samstarv um uppgávunar.
  • Starvsfólkaleiðsla
  • At samskipa og leggja virksemi á deildini til rættis, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt
  • At skipa og menna tilboð og tænastur og tryggja, at hesi eru í tráð við gransking og nýggjastu vitan 
  • At samskipa, menna og leggja virksemi í deildini til rættis, m.a. í mun til fundarvirksemi, samstarvsfundir og annað, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt.
  • At supervisera starvsfólk. 
  • At tryggja og menna fakliga støðið í teimum tænastum vit veita, herundir at leggja førleikamenning av starvsfólkunum til rættis, soleiðis at førleikarnir svara til tær tænasturnar, sum verða veittar og sum eru ynskiligar at veita. 
  • At tryggja og arbeiða fyri framhaldandi menning av innanhýsis og uttanhýsis samstarvi. 
  • At luttaka í kliniska arbeiðinum á deildini í tann mun, sum gevur meining.

Førleikakrøv:

  • Autoriseraður sálarfrøðingur
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir.

Vit ynskja at umsøkjarin hevur:

  • Áhuga fyri og royndir innan leiðslu og fyrisiting.
  • Góð evnir at leiða og áhuga í at menna seg á økinum.
  • Eginleikar og vilja til at samstarva interprofessionelt
  • Gott yvirlit og evnir til at raðfesta og leggja arbeiði til rættis
  • Fyrikomandi og álitisvekjandi atferð.
  • Áhuga í at umboða børnini og tey ungu í ymisk høpi og í almenna kjakinum og at stuðla polittisku skipanini á skynsaman hátt viðvíkjandi okkara fakøki.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú fært ávirkan á menningina.
  • Sum leiðari í Barna og ungdómspsykiatrisku deildini ert tú limur í leiðslutoyminum á Psykiatriska deplinum og samstarvar við hinar leiðararnar um okkara felags uppgávu. Vit leggja dent á leiðslu sum fak og at vit menna okkum sum leiðarar.
  • Eitt arbeiði, sum leggur dent á trivna og menning.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á framhaldandi at menna innanhýsis tvørfakliga samstarvið í eindini.
  • Møguleikar fyri førleikamenning og supervisión

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara og leiðandi sjúkrarøktarfrøðing Eydnu Iversen Lindenskov lseydli@ls.fo  ella til depilsleiðara og leiðandi yvirlækna Tormóður Stórá lstost@ls.fo

Umsóknarfreistin er 15.11.2026

Vinarliga søk starvið her.

Preia ein vinDetaljur

Køkurin søkir eftir starvsfólkum at borðreiða á songjardeildunum

Landssjúkrahúsið Útgivið hósdagur, 29. oktober 2026
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 15. november 2026

Leitar tú eftir tímaløntum starvi, og ynskir at borðreiða fyri sjúklingum á Landssjúkrahúsinum, so søkir okkara borðreiðingartoymið eftir starvsfólkum, at byrja skjótast gjørligt.

Borðreiðingartoymi er í einari royndartíð, og tí er talan um tímalønt og tíðaravmarkaði størv, har  setanin endar 28. februar 2027. Møguleiki kann verða fyri, at setanin kann longjast.

Arbeiðsuppgávur

Borðreiðingartoymið arbeiðir í køkinum og á songjardeildunum í H bygninginum á Landssjúkrahúsinum, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • fylla og tøma matvognin til deildarkøkin, og standa fyri at matur verður settur í køliskáp og skápini.
  • borðreiða høvuðsmáltíðir, tað er at koyra upp á tallerkar og seta fram til buffet
  • vaska upp og rudda køkin aftaná høvuðsmáltíðirnar
  • gera seinnapart- og kvølddrekka vognin kláran
  • ymiskt annað arbeiðið í høvuðskøkinum, millum annað pakka bíleggingar frá songjardeildunum.

 Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Arbeiðstíðir hjá borðreiðingartoyminum

Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna, men møguleiki er fyri hægri ella lægri starvsbrøki. Vaktirnar eru hesar klokkutíðir, bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum:

  • Dagvakt kl.7.30 til 14.30
  • Kvøldvakt 16.30 til 19.00
  • Arbeitt verður áleið 3. hvørt vikuskiftið.

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú gongur høgt upp í reinføri og at veita eina góða tænastu

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligur leiðari í høvuðskøkinum, telefon 234520 

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 15.11.2026

Vinaliga søk starvið her.

Preia ein vinDetaljur

Medisinski depilin søkir sjúkrarøktarfrøðing til seingjadeildina H1 - Neurologi og Dermatologi toymi

Landssjúkrahúsið Útgivið hósdagur, 29. oktober 2026
Umsóknarfreistin er fríggjadagur, 13. november 2026

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 01.12.2026 ella skjótast til ber. Talan er um fast starv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti .

H1 er seingjadeild við 35 seingjaplássum býtt á trý toymir. Á H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum taka vit ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi og øðrum nerurologiskum sjúkum. Harumframt taka vit ímóti dermatologiskum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 9 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Eisini taka vit í móti akuttum sjúklingum til trombolysu, ella EVT. Toymið H1- Neurologi og Dermatologi er staðsett á H1 í nýggja H-bygninginum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Móttøka og viðgerð av akuttum neurologiskum sjúklingum
  • Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Fakligan áhuga innan økið ella áhugan at læra sergreinarnar
  • Góðan telduførleika
  • Viljan og evnið at brúka reflektión, sum lið í menningini
  • At tú kanst undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunnu bjóða:

  • Innleiðslu og upplæring á deildini
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi, fjølbroytt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara, á t-post elihj@ls.fo 

Umsóknarfreistin er tann 13.11.2026.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

 

 

Preia ein vinDetaljur

To introduktionsstillinger i intern medicin på Landssjúkrahúsið, Færøerne

Landssjúkrahúsið Útgivið mikudagur, 12. august 2026
Umsóknarfreistin er : Støðugt


På Medicinsk Center på Landssjúkrahúsið er to étårige introduktionsstillinger i intern medicin ledige til besættelse pr. 1. december 2026 eller efter aftale.

Landssjúkrahúsið i Tórshavn er Færøernes centralsygehus med et optageområde på ca. 55.000 indbyggere.

På Medicinsk Center er der ansat ca. 23 overlæger og 15 uddannelseslæger, herunder KBU-læger, introduktionslæger samt hoveduddannelseslæger i intern medicin og almen medicin.

Yngre læger varetager afdelingens for- og mellemvagtsfunktion. Forvagten er 2-skiftet, mens mellemvagten er organiseret som 1-holdsdrift alle ugens dage med almindelig dagtjeneste efterfulgt af vagt uden for tjenestestedet. Der er overlæger i bagvagt inden for intern medicin, kardiologi og pædiatri. Du indplaceres i for- eller mellemvagtslaget afhængigt af dine kvalifikationer og afdelingens arbejdsplanlægning.


Medicinsk Center omfatter følgende sengeafsnit:

H1

  • Kardiologi og lungemedicin - 11 sengepladser
  • Apopleksi, neurologi og rehabilitering - 9 sengepladser
  • Intern medicin, onkologi og palliation - 15 sengepladser

H2

  • Børneafdelingen - 7 sengepladser

Patienterne modtages i akutmodtagelsen, primært af medicinsk forvagt, og visiteres herfra til relevant sengeafsnit. I vagttiden modtager medicinsk forvagt desuden børn, der indlægges på Børneafdelingen.

 

Uddannelse, undervisning og forskning

Som introduktionslæge bliver du en aktiv del af afdelingens faglige miljø og deltager i undervisning og vejledning af medicinstuderende og yngre kolleger.

Der er desuden mulighed for at blive tilknyttet afdelingens forskningsenhed.

Løn- og ansættelsesvilkår

Løn- og ansættelsesvilkår følger gældende overenskomst mellem det færøske Finansministerium og Hjálparlæknafelag Føroya (FAYL).

Yderligere oplysninger

Yderligere oplysninger om stillingerne kan fås hos:

Uddannelsesansvarlig overlæge Jan Jóanesarson
janjo@ls.fo

eller

Ledende overlæge Jan Rasmussen
janra@ls.fo

Ansøgningsfrist: 11. september 2026

Læs mere om Landssjúkrahúsið på www.ls.fo.

 

Preia ein vinDetaljur

Heilsurøktari til Psykiatrisku innleggingardeildina P40

Landssjúkrahúsið Útgivið mikudagur, 1. juli 2026
Umsóknarfreistin er : Støðugt

Á Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir einum heilsurøktara, at arbeiða á okkara innleggingardeild. Byrjað verður á núverandi innleggingardeildini P40 og seinni flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum.


Talan er um:

• Eitt fast starv á brøki 0,8 til setan 01 septembur 2026 ella eftir nærri avtalu.


Starvið er í skiftandi vaktum t.e dag-, kvøld- og náttarvaktum, og arbeitt verður, sum nú er, 2 . hvørt vikuskifti.

Á P40 taka vit ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.

Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Vit arbeiða málrættað við átakinum "Safewards", sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbejðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement. 

Eitt av innsatsøkinum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.

Sum heilsurøktari á P40 hevur tú ábyrgd av at halda egnu fakligu vitan dagførda, kenna leiðreglurnar á deildini og luttaka í menningararbeiði á deildini. Arbeiðsuppgávur hjá einum heilsurøktara á deildini, er t.d. grundleggjandi røkt, upplæring av heilsurøktarum, hava næmingar, miðla og menna heilsurøkt. Sum heilsurøktari luttekur tú í skipan av sjúklingagongdum, skjalfestir í Cosmic, vegleiðir sjúklingum og avvarðandi í heilsurfremjandi tiltøkum.


 Hvør ert tú?

Tú ert útbúgvin heilsurøktari, sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:

Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær.

Tí skalt tú søkja arbeiði hjá okkum.


Hvørji eru vit?

Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava dagliga refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum at koma á vakt.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Jóhannu við Streym, deildarleiðara á P40, á t-post johpa@ls.fo ella til depilsleiðara Eydnu I. Lindenskov á t-post

eydna.lindenskov@ls.fo


Umsóknarfreistin er 15. juli 2026


Vinarliga søk starvið her.


Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni "Um okkum".


Preia ein vinDetaljur

Farloyvisstarv sum kliniskur sexologur til Sjúkrahúsverkið

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 30. juni 2026
Umsóknarfreistin er : Støðugt

Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum kliniskum sexologi at byrja 01.09.2026, ella so skjótt sum til ber og fyribils til 31. mars 2030. Talan er um eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,6. 


Um starvið

Talan er um eitt fjøltáttað starv, sum í høvuðsheitum umfatar viðgerð í sambandi við trupulleikar í kynslívinum, sum eitt nú kunnu standast av somatiskari ella sálarligari sjúku, ella sum ein fylgja av viðgerð fyri hesar sjúkur. Staðsetingin hjá kliniska sexologinum verður á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum og kemur tú at vísa til leiðaran á Ergo- og fysioterapideildini.

Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum stuðlandi samrøður og ráðgeving við sjúklingar og avvarðandi teirra.


Førleikar

• Heilsufakliga útbúgving við sergrein innan sexologi t.d. master ella útbúgving frá D.A.C.S. (Dansk Forening for Klinisk Sexologi)

• Fakligar royndir innan økið

• Góðar telduførleikar 

• Førleikar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga 


Vit vænta

Eitt starvsfólk, ið er fyrikomandi og álitisvekjandi. Vísir góðan hugburð og hevur fokus á tvørfakligt samstarv. Eisini verður væntað høgt fakligt støði og vitan um nýggjastu granskingina á økinum.


Vit bjóða

• Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi.

• Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi

• Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar

• Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi

• Felags innleiðslu


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á alvha@ls.fo.

 

Umsóknarfreistin er tann 01.08.2026.


Vinarliga søk starvið her.


Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni "Um okkum".


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.




Preia ein vinDetaljur

Økispsykiatriin í Suðurstreymi leitar eftir sjúkrarøktarfrøðingini til farloyvisstarv

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 26. juni 2026
Umsóknarfreistin er : Støðugt

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv í Suðurstreymi. Talan er um starv á brøki 0,8 til setan frá 01.09.26 ella skjótast tilber til 31. juli 2027.


Kom og ver við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru tríggir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið, ið fevnir um Havnina við forstøðum, Nólsoy, Heystoy, Sandoy, Skúvoy.


Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og tveir sosialráðgevar. Aðru hvørja viku møtast vit andlit til andlit til konferensu, fakliga sparring og supervisión. Aðru hvørja viku hittast vit til fakligt forum og "stovugongd" á netinum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulæknar og onnur.


Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, "Samskapað psykiatri", har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.


Vit virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt og virkið lív sum til ber.


Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og viðtalum á skrivstovuni. Vit brúka somuleiðis telefonviðtalur og viðtalur á netinum umvegis Teams.


Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.


Hvør ert tú ?


Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.

Hevur royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur og helst eisini innan psykiatri

Tú ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum

Megnar at arbeiða rættuliga sjálvstøðugt.

Ert sinnað/ur at virkað við í betranararbeiði


Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:


Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga ,er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.


Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.


Hvørji eru vit ?


Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, onnur eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.


Í arbeiðnum er tað neyðugt, at tú hevur koyrikort.


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, deildarleiðara, tlf. 234557,  birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov, depilsleiðara, eydna.lindenskov@ls.fo


Umsóknarfreistin er 15.juli 2026


Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.


Vinarliga søk starvið her.


Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni "um stovnin"

Preia ein vinDetaljur