Vilt tú
arbeiða við dátuvernd og løgfrøðiligari ráðgeving á einum arbeiðsplássi við
stórum samfelagsligum týdningi?
Sjúkrahúsverkið
søkir eftir einum løgfrøðingi, sum skal røkja leiklutin sum dátuverndarfólk
(DPO) og loysa løgfrøðiligar uppgávur á HR-deildini á Landssjúkrahúsinum.
Í
Sjúkrahúsverkinum viðgera vit dagliga viðkvæmar upplýsingar um sjúklingar og
starvsfólk. Góð dátuvernd er tí ein týðandi partur av álitinum á okkara
virksemi.
Sum
dátuverndarfólk skalt tú ráðgeva um og hava eftirlit við, at viðgerðin av
persónsupplýsingum er í samsvari við galdandi reglur. Tú verður ein partur av
HR deildini og fert at samstarva við KT-trygdarfólk, HR løgfrøðingin, leiðslu,
kliniskar deildir, KT og onnur.
DPO uppgávurnar
fylla ein part av starvinum. Harumframt verður tú partur av løgfrøðiliga
arbeiðinum á HR-deildini, har tú hjálpir við starvsfólkamálum,
setanarviðurskiftum og ráðgeving til leiðarar.
Uppgávur
innan dátuvernd
- Ráðgeva
leiðslu og starvsfólkum um dátuverndarlógina og viðgerð av persónupplýsingum.
- Hava
eftirlit við, at dátuverndarreglur og innanhýsis leiðreglur verða fylgdar og
fylgja upp á møguligar manglar.
- Ráðgeva
um dátuvernd í sambandi við nýggjar KT-loysnir, broyttar arbeiðsgongdir og
samstarv við uttanhýsis veitarar.
- Ráðgeva
um trygdarbrot og rættindi hjá sjúklingum, starvsfólkum og øðrum skrásettum.
- Kunna
og undirvísa leiðarum og starvsfólkum í dátuvernd.
- Samstarva
við Dátueftirlitið og vera kontaktpersónur í dátuverndarspurningum.
- Leggja
metingar og tilmæli um dátuvernd fram fyri ovastu leiðslu.
Løgfrøðiligar
uppgávur á HR-deildini
- Viðgera starvsfólkamál
og veita løgfrøðiliga ráðgeving í hesum sambandi.
- Tulka
lóggávu, sáttmálar og reglur á starvsfólkaøkinum.
- Hjálpa
við at fyrireika hoyringarskriv og avgerðaruppskot.
- Ráðgeva
um fyrisitingarrættarlig viðurskifti.
- Loysa
aðrar løgfrøðiligar uppgávur í samstarvi við leiðsluna.
Starvið er
knýtt at HR-deildini. Í leiklutinum sum dátuverndarfólk arbeiðir tú óheft og
hevur beinleiðis atgongd til ovastu leiðslu, sum tú eisini leggur tínar
frágreiðingar og tilmæli fyri.
Arbeiðið verður
skipað soleiðis, at neyðug tíð er til DPO-uppgávurnar. Býtið millum dátuvernd
og aðrar løgfrøðiligar uppgávur verður lagað eftir tørvinum.
HR-uppgávurnar
verða avmarkaðar og býttar soleiðis, at tær ikki hava við sær áhugamálsstríð
við DPO-leiklutin. Uppgávur, sum kunnu seta teg í eina støðu, har tú skalt hava
óheft eftirlit við egnum avgerðum, verða lagdar til onnur.
Vit vænta,
at tú
- hevur
løgfrøðiliga kandidatútbúgving, cand.jur. ella samsvarandi
- hevur
viðkomandi arbeiðsroyndir og kunnleika til dátuverndarrætt
- hevur
eitt fakligt grundarlag, sum ger teg føran fyri at røkja DPO uppgávurnar
sjálvstøðugt
- hevur
kunnleika til fyrisitingarrætt og áhuga fyri starvsfólkarætti
- dugir
at greina torgreidd mál og geva greiða og væl grundaða ráðgeving
- dugir
føroyskt í skrift og talu og megnar at arbeiða við donskum og enskum tilfari.
Sum persónur
ert tú nærlagdur, hevur góða dømikraft og viðger trúnaðarmál við virðing. Tú
dugir at samstarva við ymiskar fakbólkar og hevur fakligt dirvi at standa við
tínar metingar.
Hevur tú ikki
longu viðkomandi eftirútbúgving ella sertifisering innan dátuvernd, vænta vit,
at tú gjøgnumførir DPO skeið ella viðkomandi sertifisering sum part av
starvinum. Skeið og tíðarætlan verða avtalað við støði í tínum førleikum,
royndum og uppgávunum í starvinum.
Vit vænta
eisini, at tú heldur tín fakliga kunnleika við líka og tekur lut í viðkomandi
skeiðum og fakligum netverkum.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt
fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við breiðari samstarvsflatu í Sjúkrahúsverkinum.
Tú fært høvi at brúka tínar løgfrøðiligu førleikar í málum, sum hava týdning
fyri bæði sjúklingar, starvsfólk og leiðslu.
Sum fyrsta
fastsetta dátuverndarfólkið, fært tú møguleika at seta tín dám á
dátuverndararbeiðið.
Starvið er eitt
fulltíðarstarv við starvsstaði á Landssjúkrahúsinum. Starvið verður sett frá 1. februar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Lønar- og
setanartreytir eru
sambært sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og
Fíggjarmálaráðið.
Viðkomandi, sum
settur verður, skal kunna vísa reina revsiváttan.
Nærri
upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til Selmu Herup, HR-deildarstjóra, á teldupost selma@ls.fo ella á telefon 286863.
Umsóknarfreistin er 11. desember 2026.
Vinarliga søk
starvið her.
Preia ein vinSíggj onnur størv