Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Hevur tú áhuga fyri
sjúkrarøkt innan skurðøkið, har høg faklig dygd er í hásæti, og ynskir tú at
arbeiða á einari deild við royndum og ídnum starvsfelagum? So er hetta starvið
júst nakað fyri teg.
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum
sjúkrarøktarfrøðingi til Skurðgongina. Talan er um eitt 1-ára upplæringsstarv
sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur á fullum starvsbrøki (1,0). Eftir 8-10 mánaðir við
upplæring í gerandisdegnum fevnir starvið eisini um tilkallivaktir eftir kl.
16.00 og døgnvaktir í vikuskiftunum.
Um Skurðgongina
Á Skurðgongini starvast 22 starvsfólk: 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5
sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopiini, 1 sterilatstøðingur og 2 hjálparfólk í
sterilsentralinum.
Deildin hevur 6 skurðstovur, 1 endoskopieind og 1
sterilsentral. Okkara sergreinir eru ortopedi, almenn kirurgi, gynækologi og
urologi. Í endoskopiini taka vit ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til
kanningar og viðgerðir, og í sterilsentralinum verða øll instrument
endurviðgjørd, reingjørd og steriliserað til allar skurðviðgerðir og kanningar,
soleiðis at sjúklingatrygdin er í hásæti.
Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv. Vit
arbeiða við einari jaligari tilgongd til gerandisdagin og vænta, at okkara
nýggi starvsfelagi er við til at menna fakligheitina og stuðla undir eitt gott
og jaligt arbeiðsumhvørvi.
Førleikar og eginleikar
Vit vænta, at tú:
- Hevur
sjúkrarøktarfakligan áhuga innan skurðøkið
- Ert
skapandi, liðilig/ur og trívist í einum gerandisdegi við fjølbroyttum
uppgávum
- Tekur
ábyrgd fyri at skapa góðan trivnað og gott samstarv á deildini
- Dugir
væl at miðla vitan - bæði innanhýsis á deildini og til aðrar
samstarvsfelagar
- Hevur
góðan telduførleika
Vit bjóða
- Felags
innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt skipaða einstaklingainnleiðslu á
deildini
- Eitt
spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum fakligum avbjóðingum
- Fakliga
skikkaðar, royndar og virknar starvsfelagar
- Ávirkan
á fakliga menning og dygdarmenning á deildini
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar og umsókn
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth
á Fløtum, deildarleiðara, á tlf. 783777, lokal 5211, teldupost: rutaf@ls.fo, ella við Guðrun Setberg Lindenskov,
depilsleiðara, á tlf. 783400, lokal 5102, teldupost: gudli@ls.fo .
Umsóknarfreistin er 8. desember 2026.
Preia ein vinSíggj onnur størv