Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir hjálparfólki
til sterilsentralin at byrja 1. februar 2027 ella skjótast gjørligt.
Talan er um fast starv á starvsbrøk 0,8. Arbeitt verður
yrkadagar millum kl. 08.00 og 16.00 - tó ein dag um vikuna frá kl. 10.00 til
18.00, eftir at upplæringin er lokin.
Um deildina og starvið
Á skurðgongini starvast 22 starvsfólk: 14
skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopiini og 1 sterilatstøðingur
og 2 hjálparfólk í sterilsentralinum.
Sterilsentralurin hevur ein avgerandi leiklut fyri
sjúklingatrygdina á Landssjúkrahúsinum. Deildin er staðsett tætt við
skurðgongina, og høvuðsuppgávan er at endurviðgera, reingera og sterilisera
instrument til allar skurðviðgerðir og annað virksemi á sjúkrahúsinum og harvið
fyribyrgja infektiónum.
Arbeiðið fevnir um at tryggja, at øll instrument lúka
strangar reinførismannagongdir, leiðreglur og standardar. Út yvir reinføri er
endamálið at tryggja sporføri, um infektión skuldi uppstaðið hjá einum
sjúklingi. Til hetta nýta vit KT-skipanina T-DOC, sum skjalprógvar alla
tilgongdina og sporførir hvørt einstakt instrument.
Vit vænta, at tú:
- Hevur
góð tvørfaklig samstarvsevni og ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað
á deildini.
- Ert
nærløgd/nærlagdur, røkin og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
- Hevur
eitt opið og jaligt lyndi.
- Hevur
góðan telduførleika (neyðugt í dagliga arbeiðinum).
- Ert
likamliga væl fyri.
Tað
er ein fyrimunur, um tú hevur heilsufrøðiliga útbúgving ella fakliga vitan
og royndir innan smittuverju og endurviðgerð av instrumentum, men hetta er
ikki eitt krav.
Vit bjóða:
- Felags
innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt skipaða einstaklingainnleiðslu á
deildini.
- Grundiga
upplæring og skeið innan serøkið og KT-skipanina T-DOC.
- Eitt
spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við fjøltáttaðum avbjóðingum.
- Fakliga
dugnaligar og virknar starvsfelagar.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi
fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar og umsókn
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg
í samband við Ruth á Fløtum, deildarleiðara, tlf. 783777, lokal 5211, rutaf@ls.fo ella Guðrun Setberg Lindenskov,
depilsleiðara, tlf. 783400, lokal 5102, gudli@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 8. desember 2026.
Preia ein vinSíggj onnur størv