KT arkitektur til nýggju talgildu loysnina hjá Heilsuverkinum

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 15. august 2025
Umsóknarfreistin er : Støðugt

Hevur tú hug at mynda framtíðar heilsuverkið í Føroyum?

Vit leita eftir einum KT arkitekti, ið verður ein av okkara lyklapersónum í sambandi við verkætlanina at skipa nýggju heilsuskipanina. Skipanin fevnir um alt tað føroyska heilsuverkið, sjúkrahúsini, kommunulæknar og heilsutænastur og hevur samstundis stóra ávirkan á føroyska samfelagið. 

Verkætlanin er skipað í eina programmleiðslu, sum vísir til ein programmstýrisbólk. Afturat programmleiðsluni er programmskrivstova knýtt, umframt tilvísingarbólkar, strategibólkur, ráðgevar og áhugabólkar. Verkætlanin er býtt í verkætlanarspor, sum síðani verða leidd av verkætlanarleiðarum og øðrum. Fyrireikingarnar at skipa innkeypstilgongdina, herundir kravfesting, útboð, val av veitara og loysn eru byrjaðar. 

Tú verður partur av programmskrivstovuni, sum yvirskipað hevur til uppgávu 

  • at vera skrivstovufyrisiting og samskipan fyri samlaða programmið; 
  • at samskipa innanhýsis og uttanhýsis samskifti; at framleiða og dagføra tíðarætlanir og annað tilfar; 
  • at skráseta, samskipa og viðlíka halda tiltøk, uppgávur og arbeiði í programm- og verkætlanaramboðum;
  • at hava fíggjarlig uppfylgjan og stuðla verkætlanarleiðarar.

 

Programmskrivstovan hevur afturat hesum operativa ábyrgd fyri at útvega serkunnleika og serfrøðingar innan til dømis løgfrøði, sáttmálasamráðingar, arkitektur, prosessráðgevar og aðrar ráðgevar v.m.

Sum KT arkitektur kemur tú at hava ein týðandi leiklut í sambandi við at velja, menna og framtíðartryggja eina felags talgilda sjúklingajournal og stendur í fremstu røð, tá ið vit fara undir kravfesting, útboð og val av loysn.

Tínar uppgávur og ábyrgdarøki

Tú verður partur av programmskrivstovuni, og sum KT arkitektur fært tú stóra ábyrgd og ávirkan, sum fevnir breitt, bæði viðvíkjandi skipanum, eins og væl samlaða arkitekturin í loysnini, verkseting og víðari menning av loysnini eftir lidna verksetan. Tú kemur at:

  • Greina og sniðgeva loysnir og skipanir: Menna og viðlíkahalda yvirskipaða arkitekturin til tess at hann lýkur krøv, samstundis sum hædd verður tikin fyri tøkni, økonomi og funktiónum 
  • Tryggja samsvar millum yvirskipaða strategi, mál og stovnar: Umseta strategisk mál til tekniskar loysnir og tryggja at loysnir stuðla kliniska arbeiðinum
  • Framleiða og skjalfesta arkitekturin í loysnini: Lýsa og skjalfesta avgerðir, komponentar, integratiónir, KT-infrakervi, dátuinfrakervi eins og tryggja at loysnin lýkur teknisk krøv til sjúklingatrygd, heilsufakligarmannagongdir, dátuvernd, trygd og lóggávu
  • Ráðgeving í sambandi við týðandi áhugabólkar: Ráðgeva og samskipa við leiðslu, verkætlanarleiðarar, KT- og Medicoserfrøðingar,  mennarar, aðrar arkitektar og ikki minst veitarar av heilsu loysnum til tess at tryggja felags fatan og eina skynsama loysn
  •  Innkeypstilgongd: Hjálpa til við kravfesting, útboði og evt. Sáttmálasamráðingum.

 

Vit vænta, at tú uppfyllir fleiri av niðanfyristandandi:

  • Royndir sum arkitektur frá stórum og kompleksum KT-verkætlanum. Fyrimunur, tó ikki ein treyt, at royndirnar stava innan heilsuøkið
  • Vitan um modernaðan KT arkitektur og grundleggjandi hugtøk, til dømis cloud-native menningarhættir (microservices, automation, DevOps, osv.)
  • Skilir hugtøk sum best-of-breed og hvussu samanspælið er í samansettum og kompleksum KT-umhvørvum
  • Leiðsluevni og integritet: Skal kunna leiða uttan at hava starvsfólkaleiðslu, haraftrat at kunna standa fast við prinsippir innan arkitektur og strategisk mál hóast trýst til at taka skjótar avgerðir
  • Empatiskur og trívist við at arbeiða og samskifta við nógvar ymiskar fak- og áhugabólkar, har evnið at lurta og skapa álit eru lykilin til eitt samstarv
  • Strategisk hugsandi og sær heildina: Evnið at síggja samanspælið millum tøkni, organisatión, starvsfólk og ikki minst, heilsufakliga tørvin
  • Góð samskiftisevni á føroyskum, donskum og enskum og kann umseta kompleksitet til einfalt mál fyri bæði tekniskar eins og ikki-tekniskar starvsfelagar
  • Megnar at umseta klinisk funktiónskrøv eins og ikki-funktiónskrøv til haldbarar tekniskar loysnir.

(vit loyva eisini rætta viðkomandi tíð at menna og vaksa seg inn í leiklutin sum arkitektur)

Formell krøv

  • Viðkomandi hægri útbúgving, t.d. verkfrøðingur, cand.it, MSc.it ella líknandi
  • Royndir við TOGAF, ArchiMate, ITIL ella líknandi er ein fyrimunur
  • Royndir við verkætlanarleiðslu er ein fyrimunur

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við stórari ávirkan á framtíðar heilsuverkið í Føroyum
  • Møguleika fyri førleikamenning
  • Eitt dynamiskt og eldhugað arbeiðsumhvørvi.

 

Okkara visjón : Vit arbeiða við at skapa eina framtíðartryggjaða, borgaravenda talgilda loysn til føroyska heilsuverkið. Okkara mál er at stuðla undir heilsu og gera gerandisdagin lættari fyri okkara dugnaligu starvsfólk gjøgnum eina felags sjúklingajournal loysn, ið styrkir tvørgangandi samstarvið millum geirarnar í Heilsuverkinum. Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo

Løn og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið er tíðaravmarkað í 5 ár, við starvsbyrjan 1. November 2025 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. 

Vinaliga søk stavið her.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. august 2025. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Annfinn Thomsen, programmleiðara á telefon +298 783700 ella teldupost annfinn@ls.fo.

Preia ein vinSíggj onnur størv