Familjudepilin søkir eftir ljósmóður til Barnakonueindina
Talan er um:
- vikariat fyri ljósmóður í farloyvi, á brøk 0,80, við starvsbyrjan 01.04.26 fram til 31.01.27.
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Um eindina Barnakonueindin
Virksemi á Barnakonueindini er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primær geiranum.
Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing.
Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild.
Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.
Eindin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
· viðtalur á LS og kring landið, bæði í viðgongutíðini og eftir føðing
· at vara av innløgdum barnakonum
· at vara av barnakonum og avvarðvaraandi undir føðing
· at vara av mammu, barni og nýggju familjuni dagarnar eftir føðing
· heimavitjanir
· føðifyrireiking
Dentur verður lagdur á:
· Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
· Ynski um at arbeiða innan alt virkisøkið
· Kann arbeiða sjálvstøðugt
· Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
· Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
· Smidleika í mun til vaktir og vilja til at taka eyka tak tá tørvur er á tí
· At undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
· Hug til fakliga menning og avbjóðingar
· Góðan telduførleika
Vit bjóða:
· Innleiðslu á deildini
· Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
· Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fást við at skriva til Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir í Funktiónsleiðslu, ranch@ls.fo
.
Umsóknarfreistin er 01.02.2026
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv