Kundaráðgevi til Føroya Banka í Miðvági

Føroya Banki 

Dugir tú væl at hjálpa kundum og veita góða ráðgeving? So er hetta starvið kanska júst til tín. Vit leita eftir einum kundaráðgeva til okkara dugnaliga og nærlagda toymi í Miðvági. 

Starvið
Sum kundaráðgevi er tín fremsti leiklutur at veita eina góða heildarráðgeving til kundan. Hetta inniber eitt nú ráðgeving um lán, pensjón, trygging, íløgur og fíggjartænastur. Ráðgeving verður veitt í tøttum samstarvi við okkara serfrøðingar innan ymisku tænastuøkini. Tætt samband við kundar er ein natúrligur partur av starvinum, og tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni at skapa og menna góð kundasambond - eisini við nýggjar kundar. Sum kundaráðgevi fært tú harafturat ein virknan leiklut í áhaldandi at menna tænastur og kundarøkt í bankanum.

Vit seta altíð kundan í fremstu røð, og hetta vænta vit eisini av nýggja kundaráðgevanum. Tí ímynda vit okkum, at tú: 

  • Raðfestir eginleikar sum samstarv, hjálpsemi og góð samskiftievni
  • Skipar teg væl í tínum arbeiði og dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga
  • Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
  • Hevur royndir sum ráðgevi, ert útbúgvin í peningastovni og/ella hevur lisið fíggjarbúskap

Vit bjóða
Starvið sum kundaráðgevi er spennandi og avbjóðandi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið leggur stóran dent á at tryggja kundanøgdsemi við ráðgeving, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka, og sum skapar virði fyri kundan.

Arbeiðsumhvørvið í samtakinum sum heild er merkt av opinleika og hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman. Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum og leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. Harumframt kunnu vit bjóða kappingarføra løn og góðar starvstreytir. 

Umsókn
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. 

Freistin at søkja starvið er sunnudagin hin 11. mai 2025. 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Eydnu á Rógvu Simonsen, deildarleiðara, á tlf. 230 353 ella á eas@bankin.fo.

 

Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn. 

Preia ein vinSíggj onnur størv

Application deadlinesunnudagur, 11. mai 2025

ContactEydna á Rógvu Simonseneas@bankin.fo+298 230 353