Kundaráðgevar til Føroya Banka

Føroya Banki Útgivið mikudagur, 11. mars 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 30. mars 2026

Kundaráðgevar til Føroya Banka

Dugir tú væl at hjálpa kundum og veita góða ráðgeving? So er hetta starvið kanska júst nakað fyri teg. Vit leita eftir dugnaligum ráðgevum at leggja afturat okkara deildum í Havn, Klaksvík og Miðvági.  

Um starvið

Leikluturin sum kundaráðgevi snýr seg um at byggja upp tætt og álítandi samband við kundan. Hetta gert tú við ráðgeving innan eitt nú lán, pensjón, tryggingar, íløgur og aðrar fíggjartænastur. Vit hava serfrøðingar innan ymisku økini, sum stuðla undir, at tú sum kundaráðgevi altíð kanst geva kundanum eina stinna og dygdargóða heildarráðgeving. 

Vit leggja eisini dent á, at starvsfólk hava møguleika at menna seg fakliga og seta sítt egna fingramerki á starvsøkið. 

Um teg

Fyri at røkja starvið sum kundaráðgevi er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum ráðgevi, ert útbúgvin í peningastovni og/ella hevur eina viðkomandi útbúgving innan eitt nú fíggjarbúskap. 

Harafturat raðfesta vit eginleikar sum hjálpsemi, góð samstarvsevni og at tú dugir at skapa og menna góð kundasambond - eisini við nýggjar kundar. 

Vit bjóða

Starvið sum kundaráðgevi er spennandi og avbjóðandi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einum toymi, har kundaráðgevar arbeiða tætt saman og samstundis hava møguleika at sparra við serfrøðingar á ymsum økjum - hetta so vit í felag kunnu veita ráðgeving við støði í tí einstaka kundanum.  

Arbeiðsumhvørvið í samtakinum sum heild er merkt av opinleika og hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til bæði sosial og faklig tiltøk. Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á okkara deildum, og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. 

Harumframt kunnu vit bjóða kappingarføra løn og góðar starvstreytir. 

Umsókn

Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. 

Freistin at søkja starvið er mánadagin 30. mars 2026. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.  

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Silju á Borg Færø, privatkundastjóra, á tlf. 230 313 ella á sbf@bankin.fo

 

Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn. 

 

Preia ein vinDetaljur

Greinari til Føroya Banka

Fíggjardeild, Føroya BankiÚtgivið hósdagur, 5. mars 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 23. mars 2026

Vilt tú taka ábyrgd í einari spennandi og framkomnari fyritøku? Vit leita eftir einum greinara til analytiska partin av okkara Fíggjardeild. Talan er um eitt spennandi starv, sum gevur tær fjølbroyttar royndir og møguleika at víðka um tínar analytisku førleikar.

 

Føroya Banki er eitt sterkt fíggjarsamtak við bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum. 

 

Um starvið

Sum greinari verður tú ein partur av okkara analytiska øki, sum fevnir um dátu- og greiningararbeiði fyri alt samtakið. Analysutoymið er partur av Fíggjardeildini, har tað samlað eru ellivu starvsfólk. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleika at menna og mynda økið saman við starvsfeløgunum. Uppgávurnar fevna millum annað um at:

  • Stuðla Fíggjardeildini við mánaðarligum roknskapum og frágreiðingum.
  • Menna og viðlíkahalda leiðslurapportering fyri samtakið - hjálpa leiðslu og øðrum deildum við dáta og greiningum.
  • Menna og viðlíkahalda simuleringsamboð og myndlar.
  • Luttaka í verkætlanum, menningarátøkum og øðrum uppgávum.

 

Um teg

Sum greinari hevur tú breitt samstarv og samskifti við alt Føroya Banka-samtakið. Tí er tað av stórum týdningi, at tú leggur dent á virðiligt samskifti og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt ímynda vit okkum, at tú:

  • Hevur viðkomandi hægri útbúgving ella starvsroyndir innan økið. Tú ert somuleiðis vælkomin at søkja starvið, um tú ert undir útbúgving.
  • Ert stinn/ur analytiskt og hevur stóran áhuga at arbeiða við dáta og greiningum.
  • Hevur kunnleika til viðkomandi KT-amboð til dátugreining, t.d. SQL og Power BI.
  • Skipar teg væl í tínum arbeiði.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av einum dugnaligum og nærløgdum toymi, sum leggur dent á fakligheit, menning og trivna. Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman. 

Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum - og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. Vit bjóða harumframt góðar setanartreytir við møguleika fyri førleikamenning.  

 

Umsókn

Um starvið hevur tín áhugað, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. Starvið verður sett eftir nærri avtalu. 

 

Freistin at søkja starvið er 23. mars 2026. 

 

Vilt tú vita meira um starvið? 

Tú er vælkomin at venda tær til Sjúrða Thorsteinsson, analysuleiðara, á tlf. 230 814 og á smt@bankin.fo ella Arnhold Olsen, fíggjarstjóra, á tlf. 230 475 og á ao@bankin.fo, við møguligum spurningum um starvið.   

 

Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Arbeiðsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn. 

 

 

Preia ein vinDetaljur

Starvsfólk til Íløgudeildina hjá Føroya Banka

Íløgudeildin, Føroya BankiÚtgivið hósdagur, 5. mars 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 23. mars 2026

Vit leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til eitt fyrisitingarligt starv á Íløgudeildini hjá okkum í Føroya Banka. Deildin fevnir um fjølbroyttar uppgávur og førleikar sum m.a. ráðgeving, greining og fyrisiting. Høvuðsuppgávan í starvinum verður at arbeiða við uttanlandsflytingum og at tryggja, at hesar verða avgreiddar rætt, trygt og til tíðina. 

Hevur tú hug at vera partur av einari deild, har ábyrgd, samstarv og neyvleiki eru lyklaorð? So hoyra vit fegin frá tær.

 

Um starvið

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum fakliga sterkum umhvørvi. Tú verður partur av einum nærløgdum toymi, sum fer at lata teg væl í til leiklutin. Í gerandisdegnum fert tú at hava tætt samstarv við starvsfelagar á deildini og á øðrum deildum í bankanum - og dagligt samskifti er eisini við samstarvsfelagar uttanlands.  

Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru:

  • Avgreiðsla og eftirlit við uttanlandsflytingum
  • Tryggja, at flytingar lúka galdandi reglur og krøv (compliance/AML)
  • Viðgera fyrispurningar frá kundum og starvsfeløgum
  • Samskifti við útlendskar bankar og fíggjarstovnar
  • Luttaka í menning og betran av skipanum og arbeiðsgongdum

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú ert bankaútbúgvin ella hevur viðkomandi útbúgving innan búskap ella líknandi. Fortreytirnar fyri at trívast og eydnast í starvinum eru, at tú arbeiðir skipað og hevur ein grundleggjandi áhuga fyri fíggjarligum marknaðum. 

Starvið inniber nógv samstarv bæði innanhýsis og uttanhýsis. Tí vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevni, dugir væl at samskifta og hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum. 

Royndir innan bankavirksemi ella gjaldsskipanir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum leggur dent á fakligheit, menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman. 

Sum samtak arbeiða vit miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum - og vit leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð. Vit bjóða harumframt góðar setanartreytir við møguleika fyri førleikamenning.  

 

Umsókn

Um starvið hevur tín áhugað, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum. Starvið verður sett eftir nærri avtalu. 

 

Freistin at søkja starvið er mánadagin 23. mars 2026. 

 

Vilt tú vita meira um starvið? 

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á Íløgudeildini, á telefon 230733 ella t-post hmj@bankin.fo

 

Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Arbeiðsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn. 

 

Preia ein vinDetaljur