Medisinski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Palliativa toymið. Talan er um fast starv á starvsbrøkið 0,8, at byrja 1. september 2025, ella eftir avtalu. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjardeild.
Um Palliativa toymið
Palliativa toymið er eitt tvørfakligt toymið, sum bjóðar serkøna palliativa røkt og viðgerð. Arbeiði fevnir um at linna kropsligar, sálarligar, andaligar og sosialar trupulleikar, ið kunnu koma av álvarsligari og ólekjandi sjúku. Endamálið er at viðvirka til best møguliga lívsgóðsku hjá sjúklingum og avvarðandi.
Uppgávan hjá toyminum er harumframt at vegleiða og undirvísa heilsustarvsfólkum, sum veita palliativa viðgerð ella røkt og samskipa pallitativu tænastuna í Føroyum.
Palliativa toymið er staðsett á Medisinska Ambulatorienum á Landsjúkrahúsinum, og er sett saman av yvirlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og skrivara, sum hava tætt samstarv við m.a fysioterapeutar, ergoterapeutar, sosialráðgevar, kostráðgevarar, prestar og sálarfrøðingar.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Veita ráðgeving, vegleiðing, stuðul og umsorgan til sjúklingar og avvarðandi
- Samskipa sjúklingagongdina hjá sjúklinginum við palliativum tørvi, so tað er samanhangur millum tilboðini.
- Samskipa heimavitjan og tryggja, at viðkomandi fakkunnleiki og økið eru umboðað
- Ráðgeva tvørfakliga bæði innan primera og sekundera arbeiðsøkið
- Førleikamenna, ráðgeva og vegleiða heilsustarvsfólkið
- Samstarva við m.a heimatænastuna, kommunulæknar, sjúkrahúsdeildir, røktarheim, heimið og aðrar viðkomandi stovnar
- Vera við til at menna tað palliativa økið í Føroyum
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Minst 2 ára kliniskar royndir innan økið
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- At tú megnar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga til starvfelagar, sjúklingar og avvarðandi
- Fakligan áhuga innan økið
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Góðan telduførleika - vit nýta Cosmic
- Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu og upplæring
- Fagliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Gott tvørfakligt samstarv
- Fjøllbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum
Setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jóhonnu Andreasen, funktiónsleiðara tlf. 304500, lokal 6251, ella við at senda ein teldupost til johad@ls.fo
Umsóknarfreistin er 18. August 2025
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv