* På dansk længere nede*
Í føroysku KBU skipanini verða 5 Klinisk Basisuddannelse (KBU) størv lýst til setan 01.03.2027.
KBU stilling 1: Kirurgi - Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 2: Medicin - Almen medicin, Suðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 3: Kirurgi-Almen medicin, Norðurstreymoyar læknadømi
KBU stilling 4: Medicin-Almen medicin, Norðoyar læknadømi
KBU stilling 5: Kirurgi-Almen medicin, Skálafjarðar læknadømi
Umsøkjarar, sum hava tilknýtið til Føroyar ella duga føroyskt í skrift og talu, hava ein fyrimun. Umsøkjarar ið velja at søkja KBU-starv í føroysku KBU-skipanini, skulu ikki vera meldað til í donsku KBU-skipanini.
Umsóknin skal innihalda:
Motiveraða umsókn út frá teimum 7 læknarollunum
Curriculum vitae
Núverandi bústað, telefonnummar, teldupost, føroyskt p-tal og danskt cpr. nr.
Umsóknin skal innihalda eina raðfesting av størvunum.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Hjálparlæknaráð Føroya/ Felagið fyri Yngri læknar.
Landssjúkrahúsið veitir bústað, alt eftir tørvi og ferðaútreiðslur, eftir ásettum reglum, verða endurgoldnar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Helenu Skaalum Mikkelsen á tlf. 234593 ella t-post helena@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 18.04.2026.
Umsóknirnar verða mettar útfrá skrivligu umsóknini og CV í viku 13.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av
MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
___________________________________________________________________________________________________________________________________________________
I det færøske KBU system opslås 5 Klinisk Basisuddannelse (KBU) stillinger til ansættelse 01.03.2027.
KBU stilling 1: Kirurgi - Almen medicin, Praksis i Suðurstreymoy
KBU stilling 2: Medicin - Almen medicin, Praksis i Suðurstreymoy
KBU stilling 3: Kirurgi - Almen medicin, Praksis i Norðurstreymoy
KBU stilling 4: Medicin - Almen medicin, Praksis i Norðoy
KBU stilling 5: Kirurgi - Almen medicin, Praksis i Skálafjørður
Ansøgere med færøsk baggrund, og der kan det færøske sprog i skrift og tale, har en fordel. Ansøgere til den færøske KBU-ordning kan ikke samtidig være tilmeldt KBU-ordningen i Danmark.
Ansøgningen skal indeholde:
Motiveret ansøgning ud fra de 7 lægeroller
Curriculum vitae
Nuværende adresse, telefonnummer, e-mail og CPR-nummer.
Ansøgningen skal indeholde en prioritering af KBU stillingerne.
Løn- og ansættelsesvilkår i henhold til overenskomst mellem Det færøske Finansministerium og Hjálparlæknaráð Føroya/ Foreningen af Yngre Læger.
Bolig afhængigt af familiens størrelse vil blive anvist og rejseudgifter refunderes i henhold til gældende regler.
Yderligere oplysninger om stillingen kan fås ved henvendelse til Landssygehuset, Helena Skaalum Mikkelsen tlf. +298 234593 eller e-mail: helena@ls.fo
Ansøgningsfristen er den 18.03.2026.
Ansøgningerne bliver vurderet ud fra den skriftlige ansøgning og CV i uge 13.
Søg stillingen ved at trykke på det grønne felt øverst i annoncen, 'SØK STARVIÐ'
Preia ein vinSíggj onnur størv