Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðsfólki. Talan er um tímalønt, ófaklært starv, innan húsavarðatænastuna til setan skjótast gjørligt, ella eftir avtalu.
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring við starvsbyrjan.
Tann, sum settur verður, skal hava koyrikort til persónbil.
Fyrimunur er, um viðkomandi hevur koyrikort BE.
Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum, har tú møtir í bæði dag- og kvøldvakt. Arbeitt verður somuleiðis umleið 4. hvørt vikuskifti.
Vaktirnar eru skipaðar soleiðis, bæði gerandisdagar og vikuskiftir:
- Dagvaktin er frá kl. 07.00 - 15.00 ella 08.00 - 15.00
- Kvøldvaktin er frá kl. 10.00 - 18.00
- Vikuskiftisvaktin er frá kl. 07.00 - 18.00
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Inni- og útiarbeiði
- Innanhýsis flutningur av vognum fyri køkin og vaskaríið
- Annar flutningur sum t.d. vørukoyring fyri goymsluna og ruskkoyring
- Annað fyrifallanda arbeiði, sum til tíðir kann vera tungt
Persónligir eginleikar:
- Ábyrgdarkensla
- Fryntlig/ur og fyrikomandi
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Góð samstarvsevni
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Góð heilsa
- Dagligt samskifti er við aðrar starvsbólkar, tí er umráðandi, at tit málsliga skilja skilja Føroyskt í skrift og talu
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðarafelag.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Heimir Ottósson, deildarleiðara fyri Tænastudeildina á tlf. 304570 ella á teldupost: heimir.ottosson@ls.fo
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2026.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv