Kundi tú
hugsað tær at starvast í einum fakligum spennandi umhvørvi, har gransking og kliniskar
royndir ganga hond í hond? So er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit leita eftir einum granskingarhjálparfólki til
MiGut-verkætlanina, ið snýr seg um tarmbrunasjúkur (IBD) í Føroyum. Okkara gransking týðir á, at Føroyar
hava høgan títtleika av IBD, men orsøkirnar til hendan høga títtleika eru
framvegis ókendar. Við MiGut-verkætlanini ynskja vit at varpa ljós á orsøkirnar og á longri sikt skapa grundarlag
fyri fyribyrging.
MiGut verkætlanin er staðsett á Heilsugranskingareindini
og er eitt samstarv
millum fleiri granskingarstovnar. Johan Burisch, serlækni í tarmsjúkum,
Gastroenheden, Hvidovre Hospital og gestagranskari á Heilsugranskingareindi
stendur fyri hesum parti av MiGut verkætlanini. Aðrir luttakarar eru m.a.
Katrin Olsen, serlækni, sum er kliniskur ábyrgdari, og Durita Dahl Djurhuus, cand.scient,
sum er verkætlanarsamskipari fyri MiGut.
Talan er um
eitt 1 ára tíðaravmarkað fulltíðarstarv.
Starvið verður sett frá 01.10.2026 ella eftir nærri avtalu
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Sum granskingarhjálparfólk kemur tú at hjálpa til
við praktiskum uppgávum í tí dagliga arbeiðinum í tøttum samstarvi við verkætlanarsamskiparan og toymið
annars. Tínar uppgávur verða m.a. at
- Standa fyri samskifti og rekruttering av luttakarum til
verkætlanina
- Standa
fyri dátainnsavnan, avheintan av skarnroyndum og skjalføra og inntøppa
dátur
- Taka blóðroyndir
og víðari handfaring av blóð- og skarnroyndum
Vit vænta, at tú
- hevur
útbúgving sum bioanalytikari, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving
innan heilsuøkið
- hevur
koyrikort (verkætlanin umfatar arbeiði kring alt landið)
- dugir væl
at samskifta, arbeiðir skipað og nágreiniliga við dygd í hásæti
- trívist
við broytiligum arbeiðsviðurskiftum og skiftandi uppgávum
- hevur
KT-førleika á brúkarastøði
- fyrimunur
er, um tú hevur royndir við at taka blóðroyndir og við gransking
Lønar- og
setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag
Les meira um MiGut-verkætlanina
her: www.migut-health.eu
Umsóknarfreist er 25.09.2026.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Duritu Dahl
Djurhuus, verkætlanarsamskipara, á tlf. 211599
ella t-post durdj@ls.fo.
Vinarliga søk starvið her.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini
Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva
er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu
fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa
eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum,
avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis
sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har
virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í
gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30
ymiskar fakbólkar
Preia ein vinSíggj onnur størv