Bioanalytikarar ella annað heilsustarvsfólk til Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 31. mars 2026
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 19. apríl 2026

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir bioanalytikarar ella annað heilsustarvsfólk til Rannsóknarstovuna. Talan er um:

  1. 2 fulltíðarstørv til setan 1. mai 2026, ella eftir nærri avtalu. 
  2. 1 farloyvisstarv frá 1. mai - 31. desember 2026, ella eftir nærri avtalu. 

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. 

Sjúkrahúsið og deildin 

Á Landssjúkrahúsinum arbeiða eini 1100 starvsfólk, harav umleið 35 eru staðsett á Rannsóknarstovuni. 

Rannsóknarstovan umfatar fleiri rannsóknarstovuserøki/umráði, harav er biokemi størst, og ger umleið 1,2 mió. analysur árliga. 

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Deildin samstarvar við rannsóknarstovur innan- og uttanlands. 

Arbeiðsuppgávur - bioanalytikari 

Tínar arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitum innan biokemi, immunologi og blóðbanka, har blóðroyndartøka og EKG inngongur sum dagligur partur av arbeiðinum. Tú ert við í vaktartoyminum, sum hevur vaktir á deildini og tilkallivakt frá heiminum. 

Arbeiðsuppgávur - annað heilsustarvsfólk 

Tínar arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitinum at taka blóðroyndir og EKG í ambulatoriinum og á deildunum, umframt at hjálpa til á Rannsóknarstovuni.

Um teg 

Tú hevur áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini. 

Rannsóknarstovan umfatar: 

  • Biokemi 
  • Immunulogi og blóðbanka 
  • Mikrobiologi 
  • Patologi 
  • Nuclearmedisin 
  • Neurofysiologi 
  • Screeningseind 

Førleikar 

  • Bioanalytikaraútbúgving ella aðra heilsuútbúgving 
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni 
  • Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar 

Vit kunnu bjóða

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv 
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið/annað viðkomandi starvsfelag og Fíggjarmálaráðið. 

Bioanalytikari: Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum). 

Annað heilsustarvsfólk: Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna uttan vaktskyldu. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Biritu K. Samuelsen, funktiónsleiðara, á t-post birje@ls.fo, ella á telfon +298 304599, lokal 5601. 

Umsóknarfreistin er tann 19. apríl 2026.

Herkanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv