Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir toymisleiðara, við sjúkrarøktafrøðiligari bakgrund, til neonatologiina í barna- og ungdómssomatikkini. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv á brøk 1,0 til setan 16.02.2026 til 01.03.27 ella eftir nærri avtalu..
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Um eindina Børn og Ung Somatikk
Eindin Børn og Ung Somatikk fevnir um innløgd børn og ung frá 0 til 18 ár, neonatologi, sum er viðgerð og røkt av ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum. Eindin fevnir eisini um ambulant virksemi.
Tú kemur at starvast við eini spennandi sergrein saman við fakliga eldhugaðum starvsfeløgum, ið vilja gera mun hjá teimum familjum, ið hava tørv á serkunnleikanum á deildini. Vit arbeiða tvørfakligt út frá meginregluni um familjumiðsavnandi røkt, har foreldrini eru ein sameindur og natúrligur partur av røkt og viðgerð.
Toymisleiðarin hevur, í tøttum samstarvi við funktiónsleiðsluna, ábyrgd av, at tær klinisku uppgávurnar verða loystar. Toymisleiðarin hevur ábyrgd av at fyrireika og reka arbeiðið í gerandisdegnum. Eisini hevur toymisleiðarin ábyrgd av at skipa dagliga arbeiðið millum starvsfólkini í toyminum og av at samskipa arbeiðið saman við hinum toymisleiðarunum í funktiónini og annars á deplinum og sjúkrahúsininum yvirhøvur.
Vit ynskja ein toymisleiðara við hollum royndum innan serøkið neonatologi. Vit hava tørv á einum toymisleiðara, sum er broytingarsinnað/ur, semjusøkjandi og er við til at skapa góðan trivnað í eindini.
Toymisleiðarin hevur tilvísing til funktiónsleiðsluna í eindini.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
- Saman við funktiónsleiðsluni, at leiða og menna neonatologiina, soleiðis at tað er í tráð við gransking og nýggjastu vitan
- Skipa fyri undirvísing og upplæring av neonatalsjúkrarøktarfrøðingum
- Uppfylgjan av mannagongdum og leibeiningum
- Ábyrgd av at reglugerðir verða fylgdar t.d. viðvíkjandi reinføri, eldsløkking og rættari nýtslu av tólum
- Viðlíkahald av prosedurubakkum, akutbakkum og útgerð
- Viðlíkahald av tilbúgvingarætlanini
- Er við til at tryggja eitt høgt fakligt støði á neonataløkinum
- Tryggja og menna tað fakliga støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í toyminum
- Leggja til rættis og gera innleiðsluætlan viðvíkandi nýsettum starvsfólki og lesandi
- Vera við í tí klinisku røktini
- Tryggja at toymið virkar eftir linjum sum funktiónsleiðslan hevur lagt
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Hollar royndir sum neonatalsjúkrarøktarfrøðingur
- Góðir leiðsluførleikar ella royndir við leiðslu kann verða ein fyrimunur
- Eldhugað/ur og hevur aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning
- Góð samskiftis- og samstarvsevni, og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi
- Evni at raðfesta og samskipa arbeiðið
- Nýhugsandi og broytingarsinnað/ur
- At miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar
Vit bjóða
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklingainnleiðslu í eindini
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú fært ávirkan á menningina
- Samstarv við hinar leiðararnar og starvsfólkini á Familjudeplinum
- Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á at menna innanhýsis og uttanhýsis samstarv
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til funktiónsleiðaran við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund, Herdis Ludvig á herlu@ls.fo ella yvirlækna við sergreinaábyrg, Elmar Ósá á elmos@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 12.01.2026.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast, áðrenn byrja verður.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv