Medisinski
depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum læknaskrivarum at byrja
01.11.2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv.
Visiónin hjá
Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum
fakligum støði. Framtíðarmyndin er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og at
Landssjúkrahúsið skal menna og útbúgva starvsfólkini til hesa uppgávuna, so at
samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.
Arbeiðsuppgávurnar
sum læknaskrivari eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar
læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av
virkseminum í ambulatorium o.a.
Læknaskrivararnir
á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur,
neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi,
onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum
læknaskrivari
- Fleksibilitet og áhuga í
tvørfakligum samstarvi
- Góðan telduførleika
- Góð samstarvsevni og
tænastusinnað/ur
- Trívist við fjølbroyttum
arbeiðsuppgávum
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt áhugavert
arbeiðsøki undir støðugari menning
- Tvørfakligt samstarv við
serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar,
ergoterapeutar o.o.
- Møguleika fyri
fakligari- og persónligari menning
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fæst
við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen, á tlf.
304500, lokal 6077 ella senda teldupost til heia@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 22.09.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst
tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý
sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá
gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta,
virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri
sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita
rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt
arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit
brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200
starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv